Strok

Greinir

Hvítabjørn

Hvítabjørn er ránsdýr, sum drepur onnur dýr. Hon er eisini vandamikil fyri fólk. Og ein svong mamma við ungum er ógvuliga vandamikil. Hvítabjarnir drepa millum fimm og tíggju fólk hvørt ár. Mynd: pexels.com

Hvítar, vakrar og villar. Og so er hon størsta ránsdýrið, sum livir á landi.

Hvítabjørn heldur til í Arktis, tað vil siga í økinum kring Norður­ pólin. Hon er skapt til at liva í kulda. 

Skinnið er ógvuliga tætt og oljut, og undir húðini er eitt tjúkt lag av fiti. 30 kuldastig passar hvítabjørnini allarbest. Og hóast tað frystir 40 stig, frystir hon ikki. Og tað ger hon heldur ikki, tá ið hon svimur í tí kalda sjónum.

Inntil fyrst í 1970­unum var loyvt at skjóta hvítabjørn. Men tá var talið av bjarnum so lítið at avgjørt varð at friða hana fyri vinnu­ ligari veiðu. Fyrstu 10­-15 árini eftir friðingina vaks talið av bjarnum nógv, men eftir tað hevur stovnurin næstan staðið í stað. Í dag eru bara einar 20.000 hvítabjarnir til.

Les meira um hvítabjørn í STROK 1 | 2018. Har er eisini ein kul ynskimynd.

Ein hvítabjørn leggur vanliga ein til tríggjar ungar. Mynd: pexels.com

Ein hvítabjørn leggur vanliga ein til tríggjar ungar. Mynd: pexels.com