Strok

Greinir

Sigmund vil vinna X Factor

sigmund_xfactor.png

Ein av luttakarunum í danska X Factor 2018 er Sigmund Trondheim, sum hevur føroysk foreldur. Hann er ein sangarunum í bólkinum UNG hjá Sanne Salomonsen.

Sigmund skal í sínari fyrstu framførslu syngja ”Love Runs Out” hjá amerikanska poppbólkinum OneRepublic, og hann ætlar at ganga í fótasporunum hjá Lindu Andrews, sum vann X Factor í 2009.

– Linda Andrews sang framúr væl og hevði uppiborið at vinna X Factor. Hon er vøkur og hevur sjálvsálit. Eg vóni, at eg verði tann næsti føroyingurin at vinna X Factor, so at eg kann fáa fólk í Føroyum at góðtaka, at tað er í lagi at vera klikkaður, løgin og samkyndur, sigur Sigmund Trondheim.

X Factor verður sent á DR1 fríggjakvøld kl. 19.00. 

Kelda: ekstrabladet.dk | Mynd: dr.dk