Greinir

Hevur tú fingið STROK 2?

strok2_18.png

So er bara at leggja í vaðið og fara at lesa! Í blaðnum hesaferð er eitt sindur av hvørjum: kærleiki, ítriv, met, skúlating, Lítla havfrúgvin og Herkules og alt møguligt annað spennandi😀

Hevur tú nakrantíð spurt nakran, um tað skulu verða tit bæði? Tað kann vera bæði spennandi og ringt alt í senn. Summafuglar í búkinum, eygu, ið møtast, og ivi. Alt hetta og meira aftrat følir tú, tá ið tú ætlar tær at spyrja um kjans. Les meira um hetta spennandi evnið í nýggjasta STROK.

Er kærleiki og forelskilisi ikki nakað fyri teg, kanst tú blaða víðari og lesa um spennandi ítrivið hjá Fríða. Hann dugir nevnliga ótrúliga væl at gera smáar figurar úr evningarvoksi, og tað, honum dámar allarbest at gera, eru óhugnaligar sombiur! 

Eisini hava vit eina feska Disneyteori til tín. Hesaferð um tveir kendar teknifilmar og eitt sokallað 'easter-egg'. Og so kanst tú læra teg at gera víðagitnu og vælumtóktu høsnarungatvíflís í níggju løttum stigum!

Alt hetta og nógv annað forvitnisligt í nýggja STROK-blaðnum: greinir, ummælir, KrimiNella, krossorð, gaman, flóvisligt, Hurl um Burl o.s.fr.

Forsíðumynd: Heidi Wolles Ljósheim