Greinir

AGGRASOPPAR: 4 skjótir spurningar

AGGRASOPPAR eru frá vinstru Eyðfinn Bogason Lamhauge, Dania O. Tausen og Trygvi Danielsen, og teirra Aggrasoppanøvn eru ávikavist Ayphin, Dada og Sóljudrongur. Mynd: Gwenaël Akira Carré Helmsdal

 

AGGRASOPPAR er ein eksperimenterandi tónleikabólkur, sum ikki líkist øðrum bólkum á tónleikapallinum í Føroyum

Tey trý, ið manna bólkin, eru listafólkini Eyðfinn Bogason Lamhauge, Dania O. Tausen og Trygvi Danielsen, og teirra Aggrasoppanøvn eru ávikavist Ayphin, Dada og Sóljudrongur. Tey hava øll fingist við tónleik áðrenn AGGRASOPPAR, men byrjaðu at spæla tónleik saman í 2020, meðan korona var. Tá fóru tey í summarhús í Leynum, og har skrivaðu tey fyrstu plátuna.

Her svara tey 4 skjótum spurningum frá STROK. Les nógv meira um AGGRASOPPAR í STROK 7.

Ayphin

Yndisljóðføri? – At siga, at ein samplari er mítt yndisljóðføri, er sum at siga, at buffét er mín lívrættur ... Og tað er eitt sindur snýt. So eg sigi heldur syntheseisari.

Yndisorð ella orðaspæl? – Nógv orð eru góð, stuttlig og gevandi. Eg hoyri orð hvønn dag, sum fáa meg til at flenna eitt sindur. Eitt orð, sum eg haldi vera stuttligt er „skúmbananflugur”, tí tað er ikki til í veruleikanum, men tað ljóðar veruligt, tí ein skúmbanan er verulig, og ein fluga er verulig, og tað er ein bananfluga eisini, mín sann. Men ikki ein „skúmbananfluga”. Tað verður tað næsta.

Hvat emoji brúkar tú mest? – 😬, tí eingin veit veruliga, hvat hetta merkir; øll hava hvør sína meining um tað.

Besta konsert, tú hevur verið til? – Eg var til eina Rosalía konsert í Danmark í summar, og hon var ein tann besta konsertin, ið eg nakrantíð havi verið til.

Dada

Yndisljóðføri? – Theremin (eg dugi ikki at spæla tað havi bara sæð brot av tí á netinum, og tað sær so kul ... Yndisorð ella orðaspæl? – Eitt orðaspæl, eg hugsi ofta um, er „at vera (l)ivandi”. Eg haldi, tað er best, at mann ikki heldur seg vita alt í verðini (meir enn onnur). Eingin veit alt. At vera livandi er at vera ivandi.

Hvat emoji brúkar tú mest? 🥹🫶🏻

Besta konsert, tú hevur verið til? – Big Thief í Stockholm.

Sóljudrongur

Yndisljóðføri? – Trummur. Elski trummur. Í onkrum øðrum lívi verði eg trummari.

Yndisorð ella orðaspæl? – Æðrasoppar er eitt deiligt orð, tí tað er stuttligt at siga, og tað stavast upp á ein kulan máta, men mítt yndisorð beint nú er kærleiki, tí kærleiki er bestur.

Hvat emoji brúkar tú mest? – Eg brúki tað ikki mest, tí tað er ikki altíð so hóskandi, men eg hevði ynskt, at svarið var 💩, tí tað rular.

Besta konsert, tú hevur verið til? – Eg komi fyrst í tankar um Joe & the Shitboys eitt kvøldið í Perluni fyrr í ár, tá tað ikki vóru so nógv fólk. Andalig uppliving.


Brot úr grein í STROK 7 | 2023
Tekstur: Linda Nielsen
Myndir: AGGRASOPPAR / Gwenaël Akira Carré Helmsdal