Greinir

Bóltdreingir og flaggberar

Absalon, Markus og Jónas hava verið bóltdreingir og flaggberar hjá KÍ.

 

Absalon, Jónas og Markus búgva í Klaksvík og spæla allir fótbólt við KÍ. Teir tríggir hava eisini verið bóltdreingir hjá besta liðnum hjá KÍ. Uppgávan hjá bóltdreingjum er at fáa bóltin skjótt inn á vøllin aftur, tá hann fer út um linjurnar, og teir tríggir eru fúsir at hjálpa felagnum

Í fjør fingu Absalon, Jónas og Markus ein heilt serligan møguleika – teir sluppu at vera bóltdreingir og flaggberar til dystirnar hjá KÍ úti í Europa. KÍ var bæði í innleiðandi umførunum í Champions League og Europa League, og teir spældu seg eisini í Conference League-bólkaspælið. Tað hevur einki føroyskt lið klárað fyrr, og tí var hetta ein heilt serlig uppliving.

– Venjarin hevði ábyrgdina av at skaffa dreingir til at vera við. Og so spurdi hann okkum, fortelur Absalon.

– Vit blivu deildir í tvey lið við 8 á hvørjum til at vera bóltdreingir. Og so vóru fleiri aðrir flaggberar. Genturnar hjá KÍ hjálptu okkum at bera í tveimum av dystunum, sigur Jónas.

Teir tríggir vóru við til allar dystirnar, eisini í innleiðandi umførunum, og teir merktu væl mun á dystum í føroysku deildunum og í altjóða kappingum.

– Har eru fleiri reglur í Champions League. Tú skalt akta betur. Tú skalt ikki spæla við bóltin, sigur Markus.

– Tú hevur ikki loyvi at fara inn á vøllin ella rópa av gleði, tá liðið hjá tær skorar. Til dystir í Føroyum er ikki líka strangt, sigur Jónas.

Og tað er umráðandi at halda reglurnar, tí um tú brýtur tær, kann liðið hjá tær fáa eina bót.

– Um tú hevði mist bóltin langt út á vøllin, meðan dysturin var í gongd, hevði tú sikkurt fingið bót, sigur Markus.

– Tú skalt helst ikki vera á vøllinum, men bara standa aftan fyri skeltini á síðuni á vøllinum. Tú sleppur bara inn á vøllin fyri at fara eftir bóltinum, sigur Jónas.

Flaggberar til runda flaggið

Umframt at vera bóltdreingir vóru teir tríggir eisini flaggberar til dystirnar í Conference League. Teir fingu góða hjálp frá KÍ-gentum, tí har var pláss fyri nógvum til at bera tað runda flaggið.

– Mann brúkar ikki flagg í kvalifikatiónini, bara í bólkaspælinum, sigur Markus.

– Vit bóru CF-flaggið, har Conference League stendur á, sigur Absalon.

– Tá mann spælir á heimavølli, eru tað bara fólk úr Føroyum, sum bera flaggið, sigur Jónas.

– Eina ferð vóru vit yvir 30 til at bera flaggið, sigur Absalon. – Tá fóru vit 30 dreingir úr skúlanum. Vit møttu í KÍ-húsinum kl. 13, og so koyrdu vit til Havnar.

– Vit sluppu fyrr heim úr skúla, tí vit skuldu trena til dystirnar, sigur Markus.

Teir skuldu møta á Tórsvølli í góðari tíð, tí teir skuldu venja inngongd og skrúðgongu og koyra alt ígjøgn um áðrenn dystin. Har vóru menn úr Onglandi, sum arbeiða hjá fótbóltssambandinum UEFA. Teir hjálptu og søgdu, hvussu bóltdreingirnir og flaggberarnir skuldu gera.

– Tað var ordiliga professionelt, og tað gloymir mann ikki aftur, sigur Jónas.

Besta kappingarárið nakrantíð

KÍ hevur havt sítt besta kappingarár nakrantíð, og tað er nakað heilt serligt at sleppa at uppliva hetta á fremstu røð, sum teir tríggir hava. Nakrar av stóru løtunum fóru fram, beint har sum teir stóðu:

– Tað besta var nokk, tá Árni skoraði ímóti Molde, tá teir vunnu. Eg stóð beint við bonkin hjá KÍ, tá tað hendi, sigur Markus.

– Tað stuttligasta var, tá teir spældu ímóti Olympija Ljubljana. Eg stóð við áskoðararnar hjá hinum liðnum, og teir vóru so villir. Har stóðu einir 10 vaktir bara beint har, sum eg stóð, sigur Jónas.

Og onkrir dystir vóru heilt serligir

– Eg haldi, at tað besta var dysturin móti Molde, tí tað var tá, vit vunnu 2-1, sigur Absalon.

– Magne, venjarin, hevði jú akkurát verið har og spælt, og Forren spældi eisini har. Tað vóru jú legendur, sum teir spældu ímóti, sigur Jónas.

Í fyrstuni hildu teir, at tað var held, at KÍ kom víðari, men so hendi tað aftur og aftur. Og tá er tað ikki held longur, siga teir.

– Tað var næstan løgið í fyrstuni, sigur Markus. – Allur heimurin tosaði um KÍ.

– Teir hava spælt væl, og tað er flott, sum teir hava gjørt. Vunnu ímóti Ferencvaros í Champions League, sigur Jónas. Ferencvaros er ungarska meistaraliðið.

Í Conference League vunnu teir eisini ímóti Ljubljana og spældu javnleik ímóti Lille, sum er eitt stórlið í Frankaríki – teir liggja í toppinum í Ligue 1.

Við at vera bóltdreingir til hesar stóru dystirnar hava teir fylgt framgongdini hjá KÍ frá fremsta bonki. Teir eru glaðir fyri at hava verið ein partur av tí, og um teir fingu møguleikan aftur, høvdu allir tríggir sagt ja beinanvegin.


Grein í STROK 2 | 2024
Tekstur: Linda Nielsen
Myndir: Linda Nielsen + privatar