Strok

Greinir

Guðrið Hansdóttir - Painted Fire

gudrid_hansdottir.jpg
3.png
 

Guðrið Hansdóttir hevur givið sína fimtu solofløgu út, sum kallast Painted Fire. Á fløguni eru 10 sangir bæði á enskum og føroyskum.

Sangirnir Pegasus og Morgun eru teir, mær dámar best. Mær dámar betur føroysku sangirnar hjá Guðrið, tí eg haldi, at teir stinga seg meiri burtur úr rúgvuni, og at tað er týdningarmikið ikki bara at skriva enskar sangir, hóast tað kann verða lættari at gerast gitin.

Mær dámar tó væl allar sangirnar. Tekstirnir eru væl skrivaðir, og flestu løgini eru friðarlig og rólig, og tað er gott. Mær dámar væl singer­song­-writer tónleik. Eg haldi, at To Divine og Two Minds eru teir bestu sangirnir av teimum ensku.

Húsin riggar eisini væl. Fløgan eitur Painted Fire, og á húsanum sært tú eina konu (sum helst er sangkvinnan sjálv) og heitið á fløguni er skrivað á eldin av einum svávulpinni, sum riggar væl.

Guðrið Egholm, 17 ár