Strok

Greinir

Swangah - Lán mær eitt oyra

swangah_lan_mar_eitt_oyra.jpeg
1.png
 

Eftir fýra long ár hevur Swangah endiliga givið eina nýggja plátu út við heitinum „Lán mær eitt oyra“. Plátan er 55 minuttir long og hevur 14 sangir og trý skits. Eg havi glett meg nógv til hesa løtu og fór tí eisini tíðliga heim frá G! fyri at standa fremst í røðini, tá „Lán mær eitt oyra“ varð slept til sølu í Tutl­handlinum í Havn kl. 12 fríggjadagin 14. juli. Og eg fekk eisini ta fyrstu!

Tónleikurin

Sangurin, sum eg havi lurtað mest eftir á nýggja albuminum er „Takk fyri nú“ feat Danny & the Veetos. Hann ljóðar øgiliga nógv sum okkurt hjá Eminem, aftan á hann bleiv pápi. Til dømis:

„Men fyrst og fremst takk og lov fyri mína betri helvt, ið gav mær dóttrina Ró.“

„Takki fyri míni kæru, einki er sum góðir vinir. Takki fyri, at mín hetja bleiv mamman til mínar synir“.

Nú teir allir, Ragnar, Eyðun og Steen Rói, eru vorðnir pápar, hoyrist munur væl á Swangah. Áðrenn rappaðu teir meira um at ballast og tað harða lívið, men nú er tað meira um ... ja, kanska lívið sum heild. Teir eru kanska við at verða vaksnir familjumenn?

Tað var eisini stuttligt at síggja á Tórsfest, at á pallinum høvdu teir skift ølirnar út við vatn. Tað var ikki gamalt!

Topp 3 mest spældu sangirnir hjá mær eru: 

1: Takk fyri nú
2: Sláið ring og
3: Eg og mín veðr

„Lán mær eitt oyra“ fær sjey av seks stjørnum frá mær – altso, um tað var møguligt.