Greinir

PAX 7: Pestan

PAX7_pestan.jpg
2.png
 

Mær dámar ordiliga væl PAX. Hetta er mín ybdisbókarøð. Tí var eg eisini sera spentur til nýggju bókina. Og bókin var sjálvandi líka góð, sum eg helt, hon fór at vera.

Mær dámar væl fantasy, og tað fáa vit í ríkiligt mát í PAX­-bókunum. Men PAX er ikki bara gandur og yvirnatúrligar verur. Tað er eisini ein søga um beiggjarnar, Alva og Viggo, ið hava eina mammu, sum er alkoholikari, og teir kunnu ikki búgva hjá henni. Teir búgva tí til fosturs hjá Lailu og Andrassi í svenska býnum Mariefred. Og so hevur Viggo tað eisini nokkso strævið í skúlanum, tí hann verður happaður.

Í PAX 7 verður familjan hjá Alva og Viggo rakt av eini løgnari sjúku sum so mong onnur í Mariefred, og tey verða drigin upp í eitt stríð móti klokkuni fyri at finna eina loysn. Sam­stundis er Iris komin á eina lívshættisliga ætlan fyri at finna útav, hvør Svartheksin er. Spenn­ingurin er sum vant í hásæti.

PAX-­bøkurnar eru rættiliga spennandi. Tað hendir alla tíðina okkurt, og tí er ringt at leggja tær frá sær. Tær kunnu eisini vera rættiliga óhugnaligar í støðum, men so er bara at lesa tann partin um dagin.

Í Svøríki eru bøkurnar eisini rættiliga populerar, og í Mariefred, sum er ein veruligur svenskur býur, verður nógv gjørt burturúr, tá ið bøkurnar koma út. Tað hevði verið mega stuttligt at farið at vitja býin og sæð borgina, kirkjuna og øll hini støðini, sum verða nevnd í bókunum.

Hóast ein ofta kann gita, hvat fer at henda, eru bøkurnar ógvuliga spennandi. Serliga væl dámar mær, at tað eru tveir dreingir á mínum aldri, sum uppliva óveruligar hendingar.

Og hóast tað eru tveir dreingir, sum eru høvuðspersónar í bókunum, so kenni eg fleiri gentur, sum eisini elska bøkurnar. Eg viðmæli bøkurnar til øll, sum eru 9­-10 ár og eldri.

Brandur Kallsberg, 12 ár