Birna & Tóki 5: Yvirraskilsið
BIRNA:
Mánadagin fingu vit knappliga tíðliga frí, tí lærarin hjá okkum var sjúkur, og vikarurin mátti heim við sjúkum barni. Og tá var tað, at eg fekk eitt garvilt og fantastiskt hugskot. Eg rann yvir til Mariu og Sigrið at fortelja teimum tað. Tær gløddu fyrst bara at mær:
– Øhh, til Sørvágs? Nú? Jamen, tað er mánadagur, og hvussu skulu vit yvirhøvur sleppa vestur? Og heim aftur? segði Maria.
– Bussurin fer skjótt. Kom, vit yvirraska Tóka! segði eg.
– Ja og biðja Kristian koma og spæla hasa FIFA-kappingina, sum vit hava tosað um so ofta! segði Sigrið beinanvegin. Maria bleiv eisini spent nú og hoppaði upp og niður.
– Vit gera tað!
Tað vardi ikki leingi, so sótu vit allar tríggjar í bussinum á veg til Sørvágs, og vit flentu so hart, at øll hini í bussinum vendu sær við at hyggja eftir okkum á tí aftasta setrinum. Ups!
Tá vit komu til Sørvágs, fnisaðu vit allan vegin niðan til húsið hjá Tóka og teimum og bankaðu spentar uppá. Eingin svaraði, so eg royndi at taka í handtakið. Tað var stongt.
– Áh nei. Hvat gera vit so? spurdi Maria.
Eg tímdi ikki at ringja til Tóka, tí eg vildi hava, at hann skuldi blíva yvirraskaður av at síggja okkum, so eg vildi royna ein annan møguleika fyrst. Lítla løtu seinni bankaðu vit uppá hjá Kristiani, sum akkurát tá kom gangandi við skúlataskuni á bakinum. Planurin hjá okkum um at yvirraska sá í hvussu er út til at rigga, tí Kristian sá púra forvirraður út.
– Hey! rópti eg. - Vit bjóða av í FIFA. Hvar er Tóki?
Kristian kom flennandi yvir til okkum. - Øhh, Tóki var ikki í skúla í dag. Eg haldi, at hann er sjúkur enn, tí hann var sjúkur í vikuskiftinum.
– Men … eg haldi ikki, at hann er heima. Har er bølamyrkt og stongt, segði eg og beit meg í vørrina. Kanska var hetta hugskotið ikki so gott hóast alt.
Kristian hugsaði eitt sindur. - Var Stjørna inni?
Vit tríggjar hugdu upp á hvørja aðra, og so ristu vit við høvdinum. Vit høvdu ongan glaðan hund sæð ígjøgnum hurðina.
– Hann hevur altíð Stjørnu við, tá hann fer til ommu sína. Vit kunnu fara at vita, segði Kristian og ypti øksl.
– Ókey, nikkaði eg.
Eg hugdi at telefonini hjá mær og sá, at mamma hevði ringt. Ups. Eg hevði púrasta gloymt at siga henni frá, at eg var farin vestur. Og nú var Tóki slett ikki inni, og kanska var hann sjúkur oman á tað heila. Hetta var virkuliga ikki eitt gott hugskot!
TÓKI:
Hetta var eitt nokk so rotið vikuskifti. Omma mín var ein túr í fjøllunum við bindiklubbanum, og hon datt og breyt beinið. Eg var sjúkur alt vikuskiftið, og tá mánadagurin kom, var eg ikki meira enn hálvfrískur. So mamma helt, at eg skuldi verða heima úr skúla, men fara oman til ommu, so eg kundi hjálpa henni, um hon hevði brúk fyri tí. So tá eg vaknaði í morgun, tók eg Stjørnu við mær og gekk oman til ommu. Tað var løgið at síggja ommu við gipsi á beininum. Hon dugir so illa at sita í frið, so hon helt tað vera ræðuliga strævið ikki at kunna gera alt tað, sum hon plagar. Hon bað meg taka mjøl og ger og alt møguligt yvir til køksborðið, og so sótu vit har og bakaðu bollar.
Vit høvdu akkurát tikið teir fyrstu bollarnar úr ovninum, tá tað bankaði á hurðina. Eg veit ikki, hvønn eg væntaði at síggja, men tað var í hvussu er ikki Birnu og tær. Ella Kristian. Og øll stóðu har og sóu smæðin út og flentu í gongini hjá ommu.
– Hvat …? fekk eg endiliga fram úr mær. – Hvat í allari víðu verð gera tit her?
Eg skilti akkurát einki. Var tað ein avtala, sum eg hevði gloymt ella hvat?
– Altso, tað var eg, sum fekk eitt býtt hugskot … segði Birna. – Eg helt, at vit skuldu yvirraska tykkum og bjóða av í FIFA, men nú ert tú sjúkur og skalt hjálpa ommu tíni, so tað var nokk ikki so snilt allíkavæl … Men vit vildu í øllum førum líka siga hey við teg.
Hon sá út, sum um hon var eitt sindur illa við, men eg mátti bara flenna. Birna hevði púra spontant funnið upp á at koma allan vegin vestur ein vanligan mánadag fyri at spæla FIFA-kapping. Seriøst, hvør ger tað?
Beint tá stríddi omma seg út í gongina á høkjunum. Hon er nakað so forvitin.
– Íjússus, hey, Kristian, og hvørjar eru hesar tríggjar damurnar? spurdi omma, og so mátti eg líka forklára søguna fyri ommu eisini.
– So er tað heppið, at vit bæði akkurát hava bakað bollar. Altso, um tú orkar at hava gestir, Tóki? spurdi omma meg. Eg føldi meg knappliga sprellfrískan.
– Kom inn! segði eg.
Eina løtu seinni vóru vit øll steinmett, og omma hevði sett seg framman fyri telduna.
– Hvussu langa tíð hava vit, áðrenn tit skulu heim?
– Eg havi avtalað við mammu, at vit fara við tí síðsta bussinum aftur, segði Birna. – So vit hava eina løtu.
Eg hugsaði um, at tær høvdu ætlað at spæla FIFA-kapping. Omma hevði einki Playstation, men eg hevði eitt hugskot, sum var næstan líka gott.
– Tað er altso ikki FIFA, men omma hevur eitt fótbóltsborð í kjallaranum. Skulu vit taka hasa kappingina ella hvat?
– Yes, gentur ímóti dreingjum! rópti Birna og leyp upp frá stólinum.
Og so spældu vit kapping í kjallaranum hjá ommu, líka genturnar máttu renna til bussin. Ikki so galið yvirraskilsi ein forkølaðan mánadag!
Søga: Silja Aldudóttir
Myndir: Silja Eystberg