Birna & Tóki

Birna & Tóki 4: Kunnu gentur og dreingir vera vinir?

 

BIRNA:

Tú minnist nokk hina ferðina, tá Tóki og Kristian vóru í Havn og skoytaðu, ha? Tað vísti seg, at onkrar gentur í flokkinum sóu okkum handan dagin. Og nú blíva tær við at siga, at Tóki er sjeikurin hjá mær, og dreingirnir eru eisini byrjaðir. Come on!

Eg havi yvirhøvur ikki hildið tað hemmiligt, at Tóki og eg eru vinir, og at hann er ein drongur. Eg havi ofta tosað um hann í skúlanum. Men nú er tað knappliga ordiliga spennandi hjá hinum at tosa um. Líka mikið hvussu ofta eg sigi: Vit eru bara vinir! So lurta tey ikki, og tey blíva við. Eg blívi svøk av teimum! Sigrið og Maria vita væl, at Tóki og eg ikki ganga saman, og tær siga tað eisini við hini í flokkinum, men tað hjálpir heldur ikki.

Beint áðrenn vit fingu frí úr skúlanum, segði ein av gentunum, at hon skilti væl, at eg tímdi at ganga saman við Tóka, tí hann var so penur.

Tá eg kom einsamøll heim úr skúlanum í dag, var eg so forvirrað av øllum hasum har við Tóka, at eg bara legði meg beint á songina millum allar mínar bleytu djórabamsur. Og eg hugsaði. Og spekuleraði. Og hugsaði eitt sindur aftrat. Til allir mínir tankar vóru ein stór fløkja.

Eg eri jú góð við Tóka. Men ikki upp á handan mátan … ha? Hann er tann fittasti drongurin, sum eg kenni. Og hann er eisini penur. Ljóst hár, sum verður eitt sindur bylgjut, tá tað regnar. Hann hevur eitt sovorðið elskuligt smíl, sum kemur heilt upp til eyguni, og tá hann smílist, má eg eisini smílast. Men tað merkir ikki, at vit eru … at eg eri … forelskað í honum ella nakað, ha?

ÁRHH! Hví kunnu Tóki og eg ikki bara vera vinir í frið?! Hví skulu øll møgulig onnur blanda seg upp í, um vit eru par ella forelskað ella bara vinir? Tað rakar ikki tey! Eg bleiv so ill, at eg reisti meg upp í songini og fór at kasta allar bamsurnar eftir hurðini so hart, sum eg orkaði. Bamm! Bamm! Bamm! Til hurðin knappliga fór upp, og mamma fekk eina tikarabamsu í høvdið.

„Birna!" segði mamma kløkk og vardi seg við hondunum. „Hvat hendir her?"

Ups. Eg hoyrdi hana slett ikki koma heim. Eg var enn ill og forvirrað, so eg segði tað bara akkurát, sum tað var, og eg mundi næstan farið at gráta: „Tey í flokkinum siga, at Tóki og eg ganga saman!"

Mamma hugdi eina løtu at mær. „Og gera tit tað?" spurdi hon so.

„Nei! Tað gera vit ikki! Vit eru bara vinir," segði eg og føldi, at eg bleiv eitt sindur minni ill, so eg setti meg niður á songina. Mamma setti seg hjá mær.

„So eru tit bara vinir, meðni," segði hon og klemmaði meg. „Bara tit bæði kunnu bestemma, um tit eru vinir ella ganga saman. Eingin annar."

Eg andaði djúpt inn. „Eg tími ikki ordiliga hatta har við at ganga saman. Men mamma?" Eg var longu í nógv betri lag aftur.

Mamma kelaði tann runda búkin, har lítlibeiggi ella lítlasystir mín krógvaði seg.

„Ja, góða?"

„Kann eg skjótt vitja Tóka aftur?"


TÓKI:

Tíbetur vóru hvørki Rúnar ella Kristian ella mamma ella nakar annar inni í kamarinum hjá mær, tá eg pakkaði skúlataskuna í kvøld. Eg veit ikki, um eg nakrantíð havi verið so forvirraður fyrr, og eg skilti einki av nøkrum. Men eg má heldur byrja við byrjanini: Eitt bræv datt nemliga út á gólvið, tá eg tók bøkurnar úr taskuni. Eg hugsaði fyrst, at tað mátti vera okkurt gamalt bræv frá einum lærara, sum eg hevði gloymt, men tá eg tók tað upp, sá eg, at smáar blómur og hjørtu vóru á tí. Eg vendi brævbjálvanum, og har stóð: Til Tóka. Og tað var heilt sikkurt ikki ein lærari, sum hevði skrivað tað, men hvør annar visti eg heldur ikki. Eg læt brævið upp. Tað var eitt forlovilsisbræv frá einari gentu í flokkinum. Har stóð, at hon helt, at eg var so fittur og penur, og so spurdi hon, um eg tímdi at ganga saman. Eg skuldi svara ja ella nei og leggja brævið í skúlataskuna hjá henni í morgin.

Veitst tú, hvat tað fyrsta var, sum eg hugsaði? Tað var Birna. Eg veit ikki, hví eg fór at hugsa um Birnu beint tá, men tað var tað einasta, sum mól runt í høvdinum á mær. Birna, Birna, Birna.

Eg setti meg niður á songina við brævinum í hondini. Birna og eg ganga ikki saman, tað gera vit ikki. Men allíkavæl føldi eg, at eg ikki kundi ganga saman við einari aðrari gentu. Men hví? Vildi eg ganga saman við Birnu? Eg haldi ikki.

Men … um eg nú skuldi gingið saman við onkrari gentu, so skuldi tað nokk verið Birna. Rokni eg við. Men samstundis vildi eg slett ikki ganga saman við nøkrum. So hví hugsaði eg um alt hetta?!

Eg var so forvirraður, og tá eg hoyrdi eitt ljóð yviri við hurðina, hvakk eg við. Men tað var bara Stjørna, sum skavaði á hurðina, og eg var glaður fyri at síggja hana. Eg lovaði henni upp í songina hjá mær, sjálvt um hon ikki sleppur. Eg lá við síðuna av Stjørnu og stardi at hasum brævinum so leingi, at tað føldist sum fleiri tímar.

Gentan, sum hevði givið mær tað, var ordiliga fitt. Mær dámdi hana væl, men bara ikki upp á handan mátan. So líka mikið hvat, so kundi eg ikki siga ja. Til síðst tók eg ein blýant úr penalarhúsinum og skrivaði svarið á eitt nýtt pappír. Eg royndi at siga tað upp á ein so fittan máta, sum eg kundi. At hon var fitt, men eg vildi bara vera vinir. So í morgin má eg bara royna at leggja tað í taskuna hjá henni, uttan at nakar sær tað.

Hevði Birna bara vitað, hvat eg havi hugsað um í kvøld. Haha! Hvat man hon gera beint nú?


Les fleiri partar her!

Søga: Silja Aldudóttir
Myndir: Silja Eystberg