Birna & Tóki

Birna & Tóki 3: Avlýst jól og kavaódn

 

BIRNA:

Eg fati tað enn ikki ordiliga. Jólaferian nærkast, og hesa tíðina næsta ár fari eg at hava eitt lítið systkin, sum grulvar runt og hálar pyntið av jólatrænum. Eg skal vera stórasystir! Hvussu garvilt er tað ikki? Eg helt seriøst aldrin, at tað fór at henda, men mamma er altso upp á vegin og skal eiga í mai. Huff! Tað er alt for leingi at bíða.

Sigrið hevur eina stórasystur og Maria hevur tveir beiggjar, ein yngri og ein eldri, men Tóki er tann av mínum vinum, sum hevur flest systkin. Hann sigur, at eg skal minnast til at njóta tað 100 % hesi jólini og ynskja mær allar tær størstu gávurnar nú, tí næstu jól og øll jól aftan á hesi skal eitt annað barn eisini vera har og hava gávur og alt sovorðið … Tað verður alt bara rok og babyting, sigur hann. Hann er altso ræðuliga góður við síni systkin, tað er slett ikki tað, men hann heldur, at eg ikki ordiliga seti prís upp á fyrimunirnar við at vera einabarn.   

Men … okkara jól eru bara altíð so friðarlig. Snork, altso! Tað er deiligt at vera saman við ommum og abbum, og eg fái smekkfult av gávum. Men eg GLEÐI meg til, at eitt lítið barn fer at seta meira gongd á.

Í ár kláraði eg annars sjálv at skapa rættiliga nógv rok, sjálvt um eg ikki eri eitt pinkubarn. Eg havi altíð hildið jól annaðhvørt ár hjá babba og annaðhvørt ár hjá mammu. Men í ár fekk eg nokk!

Tá eg eri hjá babba, sakni eg mammu, og tá eg eri hjá mammu, sakni eg babba. Eg hugsi bara um, at tey sita einsamøll og keða seg.

So eg gjørdi eitt stórt nummar burtur úr, at um vit ikki hildu jól saman øll somul, so vildi eg slett ikki halda jól. Jólini vóru simpulthen avlýst. Punktum!

Tað var eitt nokk so stórt sats, tí eg elski veruliga jólini, men eg mátti líkasum halda orð, um tað skuldi hava nakra ávirkan. Mamma var rættiliga skeptisk, men tá eg fór at pilka alt jólapyntið niður í kamarinum hjá mær, so gav hon seg til síðst.

So tað endaði við tí, at babba, Birna omma og Sámal abbi koma at halda jól heima hjá mammu og Dánjali. Og nú eru tey faktiskt ordiliga við upp á hugskotið, og mamma segði enntá: „Eg veit ikki hví, at vit ikki hava gjørt tað fyrr."

Eg meini … Gott, at lítlabarnið fer at hava meg sum stórasystir at halda skil á tingunum, sigi eg bara.

Annars so verður tað kul í vikuskiftinum, tí tá koma Tóki og Kristian til Havnar, og vit fara øll, eisini Sigrið og Maria, á skoytibreytina. Tað verður fyrstu ferð, at vit øll fara at møtast. Eg gleði meg so nógv!

TÓKI:

Eg havi endiliga fingið mítt egna kamar. Vindeygakarmurin og gólvlistarnir mangla enn, men babba sigur, at hann kann gera tað í jólaferiuni, tí í ár verður babba tíbetur heima á jólum. Onkuntíð hevur hann verið burtur, og tað er einki stuttligt. Rúnar hevur eisini fingið kamar niðriundir, og so hava tey smáu fingið okkara gamla kamar. Tú ánar ikki, hvussu gott tað er at hava fingið mítt egna kamar. Nú kann eg gera, sum eg vil!

Annars vóru Kristian og eg í Havn síðsta vikuskifti. Foreldrini hjá honum skuldu til Havnar at keypa jólagávur, so vit koyrdu við teimum, og so skuldu vit fara vestur við bussinum sjálvir. Eg haldi, at Kristian var eitt sindur nervøsur, og mamma hansara bleiv við at siga, hvussu „deiligt" og „gott" og „natúrligt" tað var, at vit høvdu fingið vinkonur. Kristian bleiv bara reyður og segði: „Mamma, góða ikki …" Eg kundi ikki lata vera við at flenna, men eg veit, hvussu strævið tað er, tá tað er mamma mín, sum sigur sovorðið, og trúgv mær, tað hevur hon.

Ná, men vit møttu altso Birnu, Sigrið og Mariu við skoytibreytina í miðbýnum. Eg klemmaði Birnu, tað geri eg altíð, men hini søgdu bara hey eitt sindur smæðin, og so fóru vit at skoyta. Og vit skoytaðu leingi. Har vóru nokk so nógv fólk, men til síðst vóru ikki so nógv, og tá kundu vit ordiliga fresa aftur og fram og gera triks og sovorðið. Vit keyptu heitt kakao, og tá var „ísurin" líkasum brotin ímillum okkum, so tá var tað einki problem at tosa saman.

Tað kavaði alla tíðina, og tað kavaði bara meira og meira, og til síðst var tað eitt sindur strævið at skoyta fyri øllum kavanum. Og veitst tú, hvat hendi so? So ringdi mamma og segði, at bussarnir vóru givnir at koyra, tí tað kavaði so illa. Foreldrini hjá Kristiani vóru longu farin vestur aftur. Vit vóru veðurfastir í Havn!

„Eg veit!" segði Birna og tók telefonina upp úr lummanum. Hon ringdi til onkran og gekk eitt petti burtur frá okkum. Eina lítla løtu seinni segði Birna: „Vit kunnu øll fimm sova hjá mær. Babba sigur, at tað er í lagi!"

„Jubbi, pyjamasparty!" segði Maria, og so ringdu øll runt til foreldrini at siga frá. Tá vóru vit so móð og køld, at vit fóru heim til Birnu beinanvegin við tí síðsta býarbussinum.

Áhh, tað var deiligt at koma inn tá! Mammasta, eg var kaldur. Eg hevði heldur ikki verið heima hjá pápa Birnu fyrr, hann býr í einari íbúð á Argjum. Gunnar gjørdi rísingreyt til okkum, og vit reiddu upp inni í stovuni, tí har var betri pláss, og so kundu vit eisini hyggja film.

Tá filmurin var liðugur, sótu vit bara í myrkri og ótu piparnøtir og mandarinir og prátaðu og flentu, meðan kavin dalaði niður í stórum flykrum og litaði alla Havnina kritahvíta. Eg haldi, at tað er eitt av teimum hugnaligstu kvøldunum í mínum lívi. Og hugsa tær, fyrr um morgunin var Kristian smæðin og nervøsur, og nú var tað sum um, at vit fimm altíð høvdu verið vinir. Eg gleði meg til meira av hasum í 2024!


Les fleiri partar her!

Søga: Silja Aldudóttir
Myndir: Silja Eystberg