Birna & Tóki 9: Hjartabankan
BIRNA:
Hvat ræðist tú mest? Svakar øksamordarar ella slevandi sombi? Eiturkoppar kanska? Løgið, hvussu tað broytist, hvat vit ræðast, so hvørt sum vit blíva eldri. Eg ræddist so illa Murruna í Mumi, tá eg var yngri. Nú haldi eg mest bara, at tað er synd í henni. Men eg elski, tá hárini reisa seg á ørmunum, og eg noyðist at krógva meg undir einum teppi, tí ein filmur er so óhugnaligur. Tað er altso nokk so stuttligt at blíva bangin. Í øllum førum, tá tað er við vilja!
Tá eg fylti 12 í oktobur, vildi eg gera okkurt serligt. Eg havi ofta hugsað um at halda eina ordiliga halloweenveitslu, og hesa ferð skuldi tað vera. Veðrið var heilt perfekt: ýlandi vindur, bølamyrkt og bítandi kalt. Eg hevði latið meg í sum Murran og pyntað við eiturkoppaspinni og flogmúsum. Vit skuldu gera alt møguligt óhugnaligt! Men tá eg ætlaði, at vit skuldu fortelja spøkilsissøgur, gekk alt ikki heilt, sum eg ætlaði.
- Neeei, komið heldur og spælið S, P ella K! segði Sólja og suffaði hart. Hon var heldur ikki farin í óhugnalig klæðir, sjálvt um tað var temaveitsla. Hon fekk sær meira lipgloss á varrarnar og var ræðuliga irriterandi. Eg fekk hjartabankan, og eina løtu visti eg ikki, hvat eg skuldi gera. Tað var kanska eitt sindur barnsligt við hesari veitsluni … men eg hevði glett meg so nógv! Øll hini fóru at tosa aftur og fram, um vit skuldu fortelja spøkilsissøgur ella spæla S, P ella K. Eg visti, at Sólja helt, at Tóki var fittur og penur, tað hevði hon sagt við meg fleiri ferðir. Hvat um tey skuldu mussast í S, P ella K? Kortanei! Og halló!? Tað var líkasum mín føðingardagur og mín halloweenveitsla, og tá vildi eg hava spøkilsissøgur!
- Nei, spøkilsissøgur! segði eg avgjørd og sløkti ljósið. – Hvør byrjar?
TÓKI:
Birna tendraði lummalyktina og lýsti við henni, so mann bara sá andlitið. Maria vildi vera fyrst at fortelja spøkilsissøgu, so hon fekk lummalyktina. Hon er kanska nokk so friðarlig, men hon dugir væl at siga søgur, og øll sótu pinnastill og lurtaðu.
- Tá eg vitjaði ommu og abba í Fillipinunum í summar, hevði eg ofta andvekur um náttina, tí tað var so heitt. Eina náttina hoyrdi eg eitt sovorðið løgið, grenjandi ljóð onkrastaðni í kamarinum. Um morgunin spurdi eg abba, hvat tað var fyri eitt ljóð. “Lat tað fara, Maria,” segði hann bara og ljóðaði næstan illur. Um náttina hoyrdi eg aftur tað sama ljóðið. Nú ljóðaði tað sum ein rødd, men eg skilti ikki, hvat hon segði …”
Meðan Maria fortaldi víðari, føldi eg, at onkur setti seg við síðuna av mær har í myrkrinum. Eg føldi okkurt mjúkt ímóti hondini, so eg gitti, at tað var Birna og hennara Murru-drakt.
“Morgunin eftir spurdi eg ommu, um hon visti, hvat tað var fyri nakað. Hon segði, at tað var einki, men hon var líkbleik, og eg sá, at hondin ristist, tá hon fekk sær kaffi. Tað var púra greitt, at tað var okkurt, sum tey ikki vildu fortelja mær.”
Onkur fnisaði í rúminum, men øll hini hússjaðu og vildu hoyra meira. Eg blívi vanliga ikki so lætt bangin, men mítt hjarta bankaði harðaði og harðari.
“Triðju náttina hoyrdi eg aftur røddina. Hon ljóðaði so syrgilig, og eg vildi ikki hoyra tað. Men eg mátti lurta.”
Maria steðgaði, sum um hon lurtaði. Nú føldi eg, at ein hond tók í mína, og fingrarnir flættaðu seg inn í mínar. Hvat …? Mítt hjarta bankaði uppaftur harðari, men nú var tað ein heilt onnur grund. Birna … Birna helt í hondini á mær? Hondin var mjúk, men køld. Birna og eg flættaðu fingrar, og eg var glaður fyri, at tað var myrkt, tí eg var sikkurt blóðreyður í høvdinum. Mítt hjarta tvísporaði avstað, og eg smíltist forvirraður. Og so helt Maria fram við søguni:
“Eg hugsaði, at tað kanska var okkurt á fillipinskum, sum eg ikki skilti. Tað ljóðaði sum,” og nú teskaði Maria við hásari rødd, so tað rann kalt niður eftir rygginum á mær. ”Og so sá eg okkurt flyta seg niðri við fótalagið. Ein genta við krunkasvørtum hári kom grulvandi upp í songina.”
Tann kalda hondin á Birnu kroysti fast um mína, og eg beit meg í vørrina av spenningi.
“Nú hoyrdi eg týðiliga, hvat røddin segði.”
Maria steðgaði og hugdi at okkum við sínum myrku eygum:
“TÚ SVEVUR Í MÍNARI SONG!” rópti Maria, øll skríggjaðu, og í somu løtu bleiv ljósið tendrað.
Tað var tá, at eg bleiv púra forvirraður. Tí tá eg hugdi við síðuna av mær, var eingin har, og Birna stóð heilt yviri í hinum endanum av stovuni og flenti saman við Mariu. Hvussu kundi hon koma heilt yvir har upp á so stutta tíð? Tað bar slett ikki til. Hárini reistu seg á ørmunum, og eg svølgdi. Men um tað ikki var hon … Hvør var tað so?
Nú kom Birna smílandi yvir til mín. – Tú sært í hvussu er út, sum um tú hevur sæð eitt spøkilsi, Tóki! Vilt tú siga næstu søguna? Hon rætti mær lummalyktina, og hondin nart við mína. Hondin … hon var heit!
Søga: Silja Aldudóttir
Myndir: Silja Eystberg