Birna & Tóki

Birna & Tóki 10: Buldur og brak

 

TÓKI:

Millum jól og nýggjár var endiliga so nógvur kavi, at tað bar til at skreiða. So ein dagin vóru Kristian og eg í Havn, og vit fóru øll oman í KFUK-brekkuna niðri í býnum at skreiða. Stjørnurnar vóru longu komnar fram, tá vit komu oman har seinnapartin, og har var fult av skríggjandi børnum, sum skreiddu. Tað kitlaði longu í búkinum! Vit skundaðu okkum niðan gjøgnum brekkuna, og vit vóru ikki meira enn komin niðan, so fóru vit við fúkandi ferð oman aftur. Brekkan var hál og hørð sum ein ísvøllur av øllum sletunum, sum høvdu skreitt har í fleiri dagar. Og har kom nógv ferð á! Tá vit høvdu skreitt nakrar ferðir, var Birna klár til næstu avbjóðingina.

- Hvør kemur fyrst oman? spurdi hon. Hon skal altíð kappast, og akkurát í hesum tímdi eg eisini væl.

- Oh jess! Torir tú at kappast við hetta sjúka snarljósið hjá mær? segði eg og klappaði mínari gomlu, gulu sletu, sum eg hevði arvað frá beiggja mínum.

- Hatta ellisakfarið hevur ongan kjans! flenti Birna, og vit stillaðu okkum øll á rað. Kristian taldi niður.

- Tá eg sigi nú – eitt, tvey, trý, NÚ!

Eg stóð við síðuna av Birnu, og hon fór flúgvandi fram um meg. Ferðin var øgilig, og eg sá næstan einki, tí eg fekk so nógvan vind í eyguni. Men longri niðri í brekkuni sá eg knappliga ein lítlan drong fara rennandi mitt út á banan við mammuni í hølunum. Eg rykti harðliga í handtakið fyri at venda sletuni og – VUSSJ – fleyg eg beint fram við dronginum. Birna hevði gjørt tað sama, og sletan hjá henni skinklaði ógvusliga, og eg sá hana fara sendandi í leysari luft av sletuni og – BAMM – lendi hon við endan á brekkuni.

Uff! Hatta sá ikki gott út.

- Birna! Eg skundaði mær av sletuni og rann yvir til hana.

- AVV, AAV! rópti Birna og rullaði runt, meðan hon helt um beinið. Vit samlaðust øll uppi yvir Birnu.

- Ert tú ókey? segði eg varliga.

- AVV, AAVV, AAAAVV! rópti Birna og blundaði. So hugdi hon knappliga upp á okkum. – Hvør vann?!

BIRNA:

Mær dámar so væl nýggjárið. Fýrverk og fínir kjólar, bál og borðbumbur. Tað er so festligt! Mær dámar at hugsa um alt, sum hendi í árinum, sum fór, og at droyma um alt tað nýggja, sum eg fari at uppliva í tí nýggja árinum. Tað er so gandakent og spennandi. Vit fimm høvdu verið so nógv saman í ár, og eg hevði glett meg so nógv at halda nýggjárið saman við teimum fyri fyrstu ferð. Vit skuldu skjóta fýrverk og vera heima hjá Sigrið, tí har er so gott útsýni. Men so datt eg og breyt beinið í hasari býttu brekkuni, og mamma vildi ikki lova mær út, meðan tað var hált og kavi úti. Og tey vildu heldur vera hjá Sigrið, sum vit høvdu ætlað okkum, enn at koma oman til mín. So nú sat eg einsamøll í kamarinum nýggjársaftan við gipsi á beininum. Sjálvt um eg var í mínum nýggja silvurkjóla, føldi eg meg akkurát sum Øskufíu, tá øll hini vóru í veitslu á slottinum. Øll vinfólkini vóru úti og høvdu tað stuttligt uttan meg. Eg hevði kanska ikki sagt tað beinleiðis við tey, men eg var faktiskt nokk so skuffað og kedd. Eg sat í vindeygakarminum og hugdi út á svørtu luftina. Av og á brast ein rakett, og eg suffaði. Mamma hevði fleiri ferðir verið inni og biðið meg koma inn í stovuna til tey. Eg hevði bæði hug og ikki hug at fara inn har og blíva uggað og sikkurt eisini í betri lag. Men eg vildi eisini bara sita her og vera kedd í frið. Tað var ikki soleiðis, nýggjárið skuldi vera! Alt var skeivt og býtt og rotið. Eitt tár trillaði niður eftir kjálkanum, og so eitt aftrat, og eg turkaði tey ill upp í ermuna. Kanska vóru vit ikki so góðir vinir, sum eg helt. Kanska var tað líka mikið, um eg var har ella ikki. Tímdu tey ikki at vera saman við mær longur? Eg hevði ongantíð følt meg so einsamalla fyrr í lívinum.

Knappliga rópti onkur uttan fyri vindeygað hjá mær, og eg hvakk so illa, at eg mundi dottið niður úr vindeygakarminum.

- SURPRISE!!! róptu fýra andlit í senn beint hinumegin rútin.

Eg skilti einki, men læt vindeygað upp.

- SURPRISE! róptu tey aftur og blástu í sovorðnar floytur, sum mann hevur á nýggjárinum. Tey vóru í glitrutum parykkum.

- Hvat gera tit her? segði eg og visti ikki, um eg skuldi skelda og vera fornermað ella bara vera glað fyri at síggja tey, tí eg var alt í senn.

- Tú helt ikki, at vit ætlaðu at lata teg sita her einsamalla nýggjársaftan, ha? segði Tóki og flenti.

Eg segði einki og ypti øksl, meðan tárini aftur fóru at renna. Eg føldi meg býtta.

Flennandi andlitini á teimum fánaðu beinanvegin.

- Áh, Birna! segði Maria. – Tað var ikki meiningin at gera teg kedda!

- Vit vildu bara yvirraska teg! segði Sigrið.

- Sjálvandi komu vit til tín, segði Tóki.

- Vit hava SO nógv bomm við! segði Kristian og vísti ein fullan beriposa.

Eg flenti og turkaði mær um eyguni. – Kom so inn við tykkum! Eg frysti!

So … Eg fekk mítt dreymanýggjár hóast alt. Buldur og brak saman við mínum bestu vinum. Eina løtu helt eg, at eg var einsamøll í verðini, men tað var eg tíbetur slett ikki. Men veitst tú hvat? Tað fekk meg at hugsa um eitt. Tað er ræðuligt at føla seg einsamalla, og tað burdi eingin nakrantíð gjørt! Og tí er hetta mítt nýggjárslyfti: At vera ein góður vinur. Tí tað er virkuliga ikki stuttligt at føla seg einsamalla, um tað so bara er eina lítla løtu. So hvør veit, kanska eg fái onkrar nýggjar vinir í ár. Eg gleði meg longu at finna út av tí.


Les fleiri partar her!

Søga: Silja Aldudóttir
Myndir: Silja Eystberg