Birna & Tóki

Birna & Tóki 8: Loyndarmál

 

BIRNA:

Áh, hendan summarferian var so long og so góð! Nú er gerandisdagurin byrjaður aftur, og tað følist, sum um øll verðin er eitt lítið sindur øðrvísi, enn hon var, áðrenn vit fóru í summarfrí. Men eg eri eisini broytt eitt sindur. Tað hendi alt á telttúrinum, sum vit fóru á í byrjanini av summarferiuni …

Vit tríggjar fóru vestur við bussinum og møttust við Tóka og Kristiani við vatnið, sum er beint áðrenn flogvøllin. Eg hevði nokk so ilt í búkinum, men eg var so spent at sova í tjaldi, at eg fór við allíkavæl.

Vit gingu allan vegin fram við vatninum, til vit komu til Bøsdalafoss. Har er eitt stað, har tað er ordiliga gott at tjalda, tí har er slætt, og vatnið er eisini beint har, so mann kann fiska og svimja. Sólin bakaði niður, so tá vit endiliga komu fram, bestemmaðu vit okkum fyri at svimja beinanvegin. Vit høvdu ikki sett tjøldini upp enn, so vit gentur fóru aftur um nakrar stórar steinar at skifta. Og tá hendi tað. Eg hugdi niður, meðan eg læt meg úr undirbuksunum, og so sá eg tað: Blóð! Eg bleiv so kløkk, at eg skundaði mær at hála undirbuksurnar upp aftur. Eg visti ikki, hvat eg skuldi gera, og eg stóð bara har og var um at fara at gráta. Ímeðan vóru Sigrið og Maria longu farnar í svimjidraktirnar og klárar at fara útí. Tær hugdu báðar spyrjandi at mær:

- Kom nú, Birna! segði Sigrið.

Eg risti bara við høvdinum. Nú skilti eg betur, hví eg hevði havt ilt í búkinum. Eg veit ikki, hví eg bleiv so kløkk, eg fór at fylla 12 ár í heyst, og fleiri gentur í flokkinum høvdu longu fingið menstruatiónina. Eg hevði bara ikki roknað við, at tað fór at vera beint tá – á telttúrinum hjá okkum!

- Hvat nú? Er okkurt galið? spurdi Maria og ballaði handklæðið um seg. Tað var heitt, men ikki so heitt.

- Eg kann ikki svimja allíkavæl. Eg … eg havi fingið menstruatiónina. Beint tá eg segði tað, brustu allar kenslurnar inni í mær sum ein rakett, og eg fekk ikki hildið tárunum aftur. Hví skuldi eg fáa hana beint nú? Hví skuldi eg yvirhøvur nakrantíð fáa hana?!

Suff.

Nú havi eg havt menstruatiónina tvær ferðir síðani tá, og eg havi vant meg meira við tað. Og tíbetur endaði alt væl á hasum túrinum allíkavæl. Maria fortaldi okkum, at hon eisini hevði fingið menstruatiónina! Hon hevði bara ikki torað at sagt okkum tað enn. Tí hevði hon bind við í taskuni bara fyri at vera sikkur. Eg fekk bind frá henni, og eg endaði við at svimja allíkavæl. Dreingirnir vistu ikki av nøkrum, og tað var fínt. Okkurt er betri at tosa við vinkonurnar um. Tað er okkara loyndarmál.

TÓKI:

Eg verði enn heitur um kjálkarnar, tá eg hugsi um, hvat hendi á telttúrinum í summar. Áááh! Hvussu kann mann vera so kiksaður?! Eg havi ofta sovið í tjaldi har fyrr, so eg veit ikki, hví eg ikki hugsaði meg betur um.

 Ná, men vit høvdu annars ein mega góðan dag. Tað var sjúkliga gott veður, og vit svumu og grillaðu og høvdu tað ordiliga stuttligt. Og so skuldi eg knappliga ordiliga illa á ves. Altso, ordiliga á ves. Eg skundaði mær aftur um nakrar steinar langt burtur frá hinum. Eg hataði at skula gera tað úti, men eg hevði seriøst einki val. Tað var antin har ella í buksurnar, so eg mátti bara! Eg var nokk so nær við vatnið, men eingin sá meg, og eg setti meg til rættis. Knappliga, meðan eg sat har við buksunum niðri, kom ein kano siglandi ordiliga tætt við, og tvær konur hugdu beint at mær. Tær blivu kløkkar og skríggjaðu hart. Eg bleiv eisini ræðuliga kløkkur, men eg náddi slett ikki at reagera ella hála buksurnar upp. Og so vóru tær longu vekk aftur. Eg hoyrdi tær flenna, meðan tær róðu víðari. Eg var so deyðaflóvur, at eg hevði næstan hug at fara heim. Men so hugsaði eg, at hini tíbetur ikki høvdu sæð meg. Eg uggaði meg eisini við, at hasar konurnar allarhelst vóru ferðafólk, so eg fór ongantíð í lívinum at síggja tær aftur. Eina løtu seinni hevði eg næstan gloymt tað aftur. Men tá vit sótu rundan um eitt lítið bál og grillaðu skúmfidusar seinni um kvøldið, komu tær aftur rógvandi. Heilt tætt framvið. Og tær hugdu beint at mær. Og tær vinkaðu til mín. Og tær fnisaðu! Eingin av hinum legði merki til nakað, tey vinkaðu bara aftur til konurnar. Eg hevði bara hug at grava meg langt niður í sandin.

Eg havi enn ikki fortalt nøkrum tað, og tað ætli eg mær heldur ikki. Men næstu ferð eg sovi í tjaldi, fari eg heilt sikkurt at hugsa meira um, hvar eg fari á ves!


Les fleiri partar her!

Søga: Silja Aldudóttir
Myndir: Silja Eystberg