Birna & Tóki

Birna & Tóki 7: Endiliga

 

BIRNA:

- Birna? Hey, Birna … vakna.

- Ha? Hvat? mutlaði eg púra í ørviti. Tað var Dánjal, sjeikurin hjá mammu, sum vakti meg mitt um náttina. Eg setti meg upp og skilti einki, tá eg sá, at Dánjal sat har á songarstokkinum hjá mær í jakka.

- Havi eg forsovið meg? segði eg og gníggjaði mær um eyguni.

- Nei, góða, tað er leygardagur. Tað er tað, at mamma tín hevur havt verkir í alla nátt, og nú mugu vit fara út á sjúkrahúsið.

- Ha?! Jamen! Er tað nú? Eg helt ikki, at tað var fyrr enn um nakrar dagar.

Nú var eg knappliga klárvakin. Lítlibeiggin ella lítlasystirin, sum eg hevði bíðað sooo leingi eftir, fór at koma nú.

Dánjal smíltist. – Mann kann ongantíð vita heilt, nær tey koma. Omma og abbi tín fara at vera her hjá tær, vit vildu bara líka siga bei við teg fyrst.

Eg blakaði dýnuna av mær og skundaði mær upp. Omma og abbi stóðu í gongini, smílandi og frísut í náttklæðum innan fyri frakkarnar. Mamma sat á bonkinum og sá ræðuliga móð út. Troyggjan hjá henni vendi øvut, men eg tímdi einki at siga. Eg fór yvir og mussaði hana á kjálkan og klemmaði hana varliga.

- Vit síggjast, elskaða, puffaði mamma. – Vit ringja.

Og so vaggaðu tey spakuliga, huffandi og stunandi (altso, mamma, ikki Dánjal) út í bilin og koyrdu avstað.

Omma og abbi klemmaðu meg. – Ná, vit mugu heldur royna at sova eitt sindur meira, áðrenn vit skulu út at heilsa upp á barnið.

 - Sova?! Eg fái yvirhøvur ikki sovið nú.

 Eg var so spent, at eg fekk næstan ikki staðið still.

 - Eg fari í øllum førum at leggja meg aftur, segði abbi. – Klokkan er hálvgum fýra, tað er for tíðliga, sjálvt fyri morgunfólk sum meg.

 Eg suffaði. – Ókey, so skal eg royna at sova eitt sindur, meðni.

 Eg legði meg í songina og stardi upp undir loftið. Til síðst mundi eg allíkavæl vera sovnað, tí knappliga vaknaði eg aftur av røddum úti í køkinum, og eg sprakk upp.

Eina løtu seinni sat eg í einum stóli á føðideildini við tí mjúkasta og elskuligasta barninum, sum eg nakrantíð hevði sæð, í fanginum. Tað var ein drongur, og hann var ballaður í eina lítla dýnu og hevði næstan einki hár. Hann var so lítil, nógv minni enn eg hevði roknað við. Men eg havi jú heldur ikki sæð so øgiliga nógvar nýføðingar. Eg var so glað, at eg fekk ikki latið vera við at smílast, og sjálvt um eg akkurát hevði møtt honum, so var eg bara so góð við hann, at eg fekk tár í eyguni. Eg hevði endiliga fingið mín lítlabeiggja!

TÓKI:

Tað var leygardagur, og vit fimm fóru at hyggja film saman heima hjá Birnu um kvøldið. Tí máttu vit sjálvandi út at keypa bomm og kips og sodavatn. Birna var púra vekk í lítlabeiggjanum, so á veg yvir í handilin spurdi hon mammuna:

- Góða kunnu vit ikki trilla ein túr við beiggjanum?

Mamman lúkaði í garðinum, meðan beiggin lá í vogninum og svav.

- Jú, men royn ikki at vakja hann. Hann skal helst sova eina løtu aftrat, segði hon og smíltist við mold á kjálkanum.

Birna strálaði um kapp við sólina, har hon fór trillandi. Fuglarnir sungu, og alt var púra avslappað og deiligt.

- Hetta er lætt nokk, segði Birna væl nøgd.

Men … eg havi trý systkin, so eg burdi altso vitað, at tað næstan ongantíð bara er „lætt nokk,” tralala og fuglasangur, men tað hugsaði eg ikki um beint tá.

Vit vóru næstan komin til Bónus, tá ein skutari drønaði tætt fram við okkum, og so ein aftrat, og ein aftrat. Tann aftasti floytaði til hinar, so vit hvukku við.

- Áh nei, nei, nei! segði Birna og skundaði sær at hyggja niður í barnavognin. - Fjú, hann vaknaði ikki.

Eg nikkaði imponeraður, tí eg hevði í hvussu er sjálvur vaknað av hasum. Vit gingu víðari, og alt var friðarligt aftur. Men tá vit komu til inngongdina, stóð ein lítil puddilhundur bundin uttanfyri. Og so sá eg tann næsta vandan koma ímóti okkum:

- Tú, Birna … segði eg, og nú hugdu vit øll at tí stóra labradorinum, sum eisini var á veg ímóti Bónus. – Kanska vit skulu skunda okkum inn, áðrenn … Men eg fekk ikki sagt setningin lidnan, áðrenn báðir hundarnir fóru at goyggja um kapp. Birna tuskaði inn í handilin við vogninum fremst og okkum fýra beint í hølunum.

- Hann svevur enn! teskaði Birna, meðan vit skundaðu okkum fram við grønmetinum.

- HEINI TIL KASSA 2! buldraði úr hátalaranum.

- Seriøst?! segði Maria. - Hví larma øll so illa í dag?

- Vit skunda okkum út aftur! segði eg. Sum sagt, eg havi trý systkin, og tað er ikki stuttligt, tá tey byrja at gráta í einum handli.

Vit fóru rennandi gjøgnum handilin, yvir til sodavatnirnar, tóku sodavatn og kips uttan at steðga vogninum og koyrdu so beint ímóti bommhillunum yviri við kassan. Og har var tann triði vandin: Ein lítil genta, sum hugdi ólukkulig og rasandi í senn upp á pápa sín við einari stórari sjokulátaplátu í hondini. - Jú! Eg VIL hava! skríggjaði hon.

Vit tóku okkurt tilvildarligt svans á hillini og blakaðu alt á bandið.

- BIPP, BIPP, BIPP, ýldi kassin.

Tá vit endiliga vóru komin eitt petti burtur frá handlinum, lætnaði tað fyri okkum øll, og serliga Birnu sjálvandi. Hon steðgaði á fyri at binda lissurnar, og alt var aftur púra friðarligt og avslappað rundan um okkum.

- Ná, men vit kláraðu tað faktiskt! segði hon. - Hann vaknaði ikki.

Í somu løtu hoyrdist eitt knarr úr vogninum. Vit hugdu øll upp á hvønn annan, og so brustu vit útúr at flenna.


Les fleiri partar her!

Søga: Silja Aldudóttir
Myndir: Silja Eystberg