Greinir

Pappírsflogfar: #1 Flugan

 

Tú hevur helst roynt at gera pappírsflogfør. Allarhelst tey vanligu ella kanska jettflogfarið. Men hevur tú roynt at gera fluguna? Hon er rímiliga løtt at gera og flýgur langt og leingi. Flogið líkist eitt sindur tí hjá flugu, harav navnið.

Tú skalt brúka:

Eitt A4-pappír, bara vanligt kopipappír

Soleiðis gert tú:

Tú kanst koyra eitt sindur av lími ella eitt petti av klistribandi inn millum “kroppin”, soleiðis at flogfarið ikki fer upp, ímeðan tað flýgur.

Tú kanst eisini royna at boyggja ytsu kantarnar á veinginum, tá broytist flogið hjá fluguni. Og um tú bara boyggir kantin á einum vongi, so verður hon spiralflúgvari!

Her sært tú fluguna flúgva👇


Hugskot, tekstur og myndir: Tjóðhild Patursson