Greinir

Hví verða vit bangin?

Mynd: Savnsmynd

 

STROK hevur tosað við Ásu á Neystabø, sálarfrøðing, um, hví vit verða rødd/bangin, og hvat man kann gera við sína ræðslu

Hví verða vit bangin?

- Tað er einki stuttligt at vera bangin, og tá man hevur tað soleiðis, ynskir man kensluna langt burtur. Men hóast kenslan hvørki er deilig ella stuttlig, er hon í roynd og veru ein sera natúrlig og umráðandi kensla fyri okkum menniskju. Orsøkin til, at vit gerast bangin, er, at vit vilja verja okkum ímóti ymiskum hóttanum. Tá vit gerast bangin ella kløkk, fer kroppurin heilt sjálvvirkin í verjustøðu. Kroppurin ger seg alt fyri eitt kláran at verja seg ímóti einum møguligum vanda. Um vit til dømis ganga úti á vegnum, og vit brádliga varnast, at ein bilur nærkast við fullari ferð, gerast vit kløkk, og vit leypa av vegnum. Óttin fær okkum at taka eina skjóta og instinktiva avgerð og bjargar okkum frá at verða yvirkoyrd. Ímynda tær, um vit ikki gjørdust bangin og vórðu standandi úti á vegnum. Óttin er í sjálvum sær ein neyðug kensla, hvørs endamál er at ansa eftir okkum.

Ása á Neystabø, sálafrøðingur

Hvat hendir í kroppinum, tá ið vit verða bangin?

- Tá vit gerast bangin ella kløkk, fer kroppurin heilt sjálvvirkin í verjustøðu. Kroppurin ger seg alt fyri eitt kláran at verja seg ímóti einum møguligum vanda. Í myndamáli kann sigast, at kroppurin letur upp fyri sínum “superkreftum”, og vit gerast klár at stríðast. Kroppurin vil hava nógv blóð út í vøddarnar, og tí fer hjartað at sláa skjótari. Vøddarnir hava somuleiðis tørv á nógvari ilt, og tí fara vit at anda skjótari. Kroppurin fyrireikar seg eisini við at flyta blóð burtur frá smærri vøddum og yrkisgøgnum (organum) yvir í størri vøddar, sum kroppurin nú væntar at fáa brúk fyri. Tá kroppurin fyrireikar seg soleiðis, kann tað følast eitt sindur løgið, men tað er als ikki vandamikið. Tað er púra vanligt at merkja hjartabankan, skjótan andadrátt (onkuntíð kann tað følast, sum vit hava ringt við at anda), eina kitlandi kenslu í búkinum, sveittutar lógvar, og kanska vit fara at skelva eitt sindur.

Eru børn meira bangin enn vaksin?

- At vera bangin er ein grundleggjandi kensla, sum vit øll kenna, og sum vit liva við alt lívið. Vaksin fólk gerast eisini bangin, og tað hendir júst tað sama í kroppinum hjá vaksnum sum hjá børnum, tá tey gerast bangin. Tað er tó ofta ein munur á, hvat vaksin og børn ræðast og eru stúrin um.

Hvussu skal man hugsa, ella hvussu er gott hugsa, tá ið man verður bangin?

- Tað fyrsta, man kann gera, um man hevur óttakenslu, er at kanna, hvat man er bangin fyri, og um óttin er veruleikakendur ella óveruleikakendur (realistiskur ella órealistiskur). Tað kann til dømis vera, at man ræðist at sigla, tí man er bangin fyri, at tað hendir ein vanlukka. Síðan skal man hugsa í sannlíkindum, tað vil siga, hvørji eru líkindini til, at ódnarveður brestur á, og at skipið søkkur. Um man steðgar á og kannar sínar egnu tankar, so kann man læra seg at leita fram tankar, sum ikki eru so óveruleikakendir, og sum ikki geva líka nógva óttakenslu. Í flestu førum lærir man seg at skilja, at vanlukkutankarnir einki samband hava við veruleikan. Tað næsta, sum man kann gera, er at bjóða tonkunum av og arbeiða við onkrum av tí, sum man er bangin fyri.

Skal man tosa við ein vaksnan?

- Ja, tað er eitt sera gott hugskot at tosa við ein vaksnan um kenslur sum heild. Tað kann hjálpa væl at hoyra mammu ella babba greiða frá, hvussu tey kenna kensluna aftur, og møguliga hava tey eisini okkurt dømi frá, tá tey vóru børn og bangin í líknandi støðum. Vaksin duga ofta væl at spyrja spurningar og at hjálpa við at seta orð á kensluna. Tá man er eitt barn ella ung/ur, kann tað vera torført at greiða frá, hvat tað er, sum ger, at man følir seg bangna/n, og hví tað man vera soleiðis. Fyri nógv børn minkar óttin, tá tey fáa sett orð á tað, sum ger tey bangin. Tað kann eisini hjálpa at práta við eina góða vinkonu ella ein góðan vinmann. At práta við onnur – børn ella vaksin – og harvið gerast varug/ur við, at onnur hava tað líka sum ein, ella í øllum førum kenna kensluna aftur, førir ofta til, at man ikki følir seg so einsamalla/n og øðrvísi.


Og um Jógvan, 12 ár, sum altíð hevur verið myrkaræddur: “Eg tori ikki at blunda, men tá ið eg hyggi, verði eg uppaftur bangnari.”

Og um Elina, 11 ár, sum er bangin, tá ið hon er einsamøll heima: “Eg hoyri undarlig ljóð.”


Grein í STROK 5 | 2021