Greinir

Telemama

Manningin í TeleMama er f.v. Ørvur Argenziano Hentze (21), Jákup Holm Johannesen (20), Dan Eyðun Karbech Saxov (19), Óli Joensen (21) og Hendrik Jacobsen (22). Mynd: Telemama

 

Tónleikurin hjá TeleMama hevur ein deiliga stuttligan, lættan og nokk so øðrvísi tóna – í hvussu er samanborið við annan føroyskan tónleik. Sjálvir siga teir, at teir eru ein „indie­rokkbólkur úr Tórshavn”. STROK hevur hitt TeleMama!

Hvussu leingi hava tit spælt tónleik?

– Vit allir byrjaðu sum tíggju til tólv ára gamlir at spæla upp á ljóðføri okkara, og onkrir okkara hava havt tónleik saman í fólkaskúlanum. Annars byrjaðu vit ikki at spæla saman, fyrr enn vit stovnaðu TeleMama síðst í 2020.

Hvussu ofta venja tit um vikuna?

– Tað veldst eitt sindur um, um vit hava konsertir fyri framman ella ikki, men vanliga møtast vit eina til tríggjar ferðir um vikuna. Um vit ikki skulu spæla nakra konsert, plaga vit bara at práta saman og skriva sangir.

Venja tit altíð saman?

– Nei. Onkuntíð gongur venjingin fyri seg hvør sær, tí ofta má man terpa heima, so man dugir sangirnar, tá allir koma saman aftur.

Hvat slag av tónleiki spæla tit?

– Tað er eitt sindur ringt at seta tónleikin undir eina ávísa grein, men vit plaga at kalla tað Indie Rock ella Indie Pop. Vit hava eisini hoyrt fólk bara kallað tað feel good tónleik, og tað lýsir tónleikin væl. Vit hoyra ofta nógvan dapran og tungan tónleik í Føroyum, so vit royna at spæla meira up-beat gittartónleik, sum man fær hug at dansa og syngja við til.

Hvørjar fyrimyndir hava tit?

– Vit hava nógvar ymiskar fyrimyndir hvør sær, men skulu vit nevna nakrar, sum vit sum bólkur fáa íblástur frá, so nevna vit oftast Arctic Monkeys, The Strokes, Mac DeMarco, Boy Pablo og Her's. Hesir bólkar og einstaklingar koma undir Indie/Alternative Rock, Garage Rock og Indie Pop.

Hvat vóna tit, at fólk fáa burtur úr tykkara tónleiki?

– Eina góða kenslu í búkin, hug til at reisa seg upp og dansa og loyva sær at droyma um betri dagar, nú hendan heimsfarsótt­ in (vónandi) nærkast enda sínum. Vit stovnaðu hendan bólkin fyrst og fremst fyri at hava tað stuttligt saman, og vit vóna, at fólk merkja spæligleðina, tá tey hoyra tónleik okkara og/ella síggja okk­ um framføra.

Hvørjar framtíðar­ ætlanir hava tit?

– Vit hava allir ætlanir um at fara undir hægri lesnað uttanlands, so tað er ringt at spáa um, hvussu vit halda fram við TeleMama. Men vit ætla ikki at gevast. Hetta verða teir hendingaríkastu mán­ aðirnir hjá okkum, síðan vit settu bólkin á stovn fyri gott og væl einum ári síðani, og ein universitetsútbúgving kann altíð bíða í eitt ár afturat, um vit velja at leggja eins nógva orku í bólkin næsta ár.


Grein í STROK 3 | 2022

Tekstur: Helena Lamhauge-Mortensen