Greinir

- Tað er stuttligt at liva seg inn í eina bók

Í februar var Sára við, tá ið ein mangaklubbi varð stovnaður á bóka­ savninum við Løkin, og hon gleðir seg longu til at hitta hini børnini aftur, sum lesa manga. Mynd: Ólavur Frederiksen - Faroephoto

 

Soleiðis sigur 11 ára gamla Sára Bogadóttir Brekku úr Saltangará, sum lesur mangarøðir, og sum var við, tá ið ein mangaklubbi var stovnaður herfyri á bókasavninum við Løkin

Hetta er ikki hyggur eisini at og har kunnu øll áhugað fara uppí fyrstu ferð, at STROK um­ røður manga. Í ársins fyrsta STROK­ var ein samrøða við Markus og Femju, sum ganga til japanskt í kvøldskúlanum í Havn, tí at tey eru hugtikin av manga og anime. Tað vísir seg, at Markus og Femja ikki eru einsamøll við hesum áhugamáli, tí í februar savnaðust fleiri børn og ung til eitt tiltak á bókasavninum við Løkin, sum kallaðist Manga Takk, og sum hevði til endamáls at stovna ein klubba við børnum og ungum, sum lesa manga. Ein, sum luttók á tiltakinum, var Sára.


Sára Bogadóttir Brekku

Aldur: 11 ár
Bústaður: Saltangará
Skúli og flokkur: Skúlin við Løkin, 5.A
Systkin: Tríggjar beiggjar og eina systur
Frítíðarítriv: Drama og at mála og tekna
Yndisfilmur: Violet Evergarden: Eternity and the Auto Memory Doll
Yndisbók: Say I Love You
Yndissangur: Half a man við Dean Lewis

STROK hevur hitt Sáru til eitt prát um manga og anime!

Sára byrjaði at lesa manga í 4. flokki, so hon hevur lisið manga í umleið eitt ár nú. Tað, sum henni dámar best við mangarøðum, er, at tær eru spenn­andi:

„Og nokk so fittar onkuntíð.”

Tað mesta, sum Sára lesur, er um romantikk, drama og spenning.


„Mínar yndismangarøðir eru Say I Love You og Stepping On Roses.” Hon hyggur eisini at animerøðum í sjónvarpinum og hevur fleiri yndisrøðir: “Nakrar av teimum, sum mær dámar best, eru Demon Slayer, The Seven Deadly Sins, Todara, Violet Evergarden og Blue Exorcist, og mín yndisanimefilmur er Violet Evergarden: Eternity and the Auto Memory Doll.”

Ein vinkona hjá Sáru, sum hon eisini gongur í flokki við, dámar eisini manga og anime, og onkuntíð ímynda tær sær til stuttleika, hvat tær høvdu gjørt, um tær endaðu í síni yndis­ manga­ ella animerøð.

„Vit lesa eisini mangarøðir í frí­ korterinum. Tá sita vit ofta á bóka­ savninum við Løkin, sum eisini er í okkara skúla.”

Ein mangaklubbi stovnaður

Í februar var Sára við, tá ið ein mangaklubbi varð stovnaður á bóka­ savninum við Løkin, og hon gleðir seg longu til at hitta hini børnini aftur, sum lesa manga. Tey hava nú gjørt ein facebookbólk, sum eitur Manga-fjepparar, og har kunnu øll áhugað fara uppí og síggja, nær næsta tiltak er, og um onkur nýggj mangabók er komin. Sambært Sáru er tað pláss fyri øllum í hesum klubbanum:

„Uttan mun til kyn, ella hvar man býr. Tað var stuttligt, at tað seinast komu fólk úr Klaksvík, Gøtu og aðra­ staðni.”

Tá ið STROK spyr Sáru, hvat hon heldur, at onnur áttu at vitað um manga og anime, sigur hon, at tað bara snýr seg um at fara at lesa tað.

„Tí tað er ordiliga gott. Tað er stuttligt at liva seg inn í eina bók. Og tá eg lesi manga, tími eg væl at lesa leingi. Onkuntíð flenni eg hart, meðan eg lesi, uttan at eg sjálv leggi merki til, at eg flenni.”

Sára við yndis­ mangabókini hjá sær, Say I Love You . Mynd: Ólavur Frederiksen - Faroephoto

5 SKJÓT FAKTA UM MANGA (OG ANIME)

● Manga er heitið á japonskum teknirøðum, sum hava ein serligan teknistíl. Tá ið ein manga­ teknirøð verður gjørd til film ella sjónvarpsrøð, kallast hetta anime. Kanska kennir tú røðina Pokémon ella filmin Spirited Away? Hetta eru tvey dømi um anime.

● Mangastílurin byrjaði einaferð í 19. øld í Japan. Tá var stílurin eitt sindur øðrvísi, enn vit kenna hann í dag. Mangastílurin, sum vit kenna hann í dag, byrjaði í umleið 1950’unum, tá ið maðurin Osamu Tezuka fór at skriva og tekna mangasøgur (millum annað røðina Astro Boy). Tezuka fekk íblástur frá disneyfilmum.

● Í Japan skrivar man øðrvísi enn í vesturheiminum. Man skrivar frá høgru síðu til vinstru og ikki frá vinstru til høgru, sum vit gera. Tí lesur tú eisini mangarøðir aftureftir. Tað vil siga, at tú byrjar á tí, sum vit halda vera baksíðan.

● Í Japan eru tað ikki bara børn og ung, sum lesa manga. Tað gera vaksin eisini! Mangarøðir kunnu snúgva seg um millum annað søgu, ítrótt, kærleika, sci­fi og kríggj.

● Umleið 40 prosent av øllum, sum verður prentað og givið út í Japan í dag, er mangateknirøðir!

Mann lesur mangarøðir aftureftir. Tað vil siga, at tú byrjar á tí, sum vit halda vera baksíðan. Mynd: Ólavur Frederiksen - Faroephoto

Mangarøðir kunnu snúgva seg um millum annað søgu, ítrótt, kærleika, sci­fi og kríggj. Mynd: Ólavur Frederiksen - Faroephoto


Grein í STROK 4 | 2022

Tekstur: Helena Lamhauge-Mortensen