Greinir

Russland í kríggj móti Ukraina

Mynd: Volodymyr Hryshchenko / Unsplash

 

Russland er farið í kríggj móti grannalandinum Ukraina. Næstan øll heimsins lond eru ímóti krígnum. Men russiski forsetin, Putin, sýnist at vera líkaglaður

24. februar fór russiski herurin inn í Eysturukraina. Tað frættist, at russiski forsetin, Vladimir Putin, vildi leggja eystara partin av Ukraina, har nógvir russarar búgva, undir seg. Men skjótt var tað greitt, at málið var størri enn so. Russland ætlaði at hertaka alt landið, eisini høvuðsstaðin Kiev, og seta eina stjórn, sum aktaði Russland. Nú sær tað út til, at ætlanin er miseydnað. Ukrainar hava framvegis ræðið í Kiev, og tær russisku herdeildirnar hava tikið seg aftur. Men kríggið er kortini ikki av. Hvønn dag eru samanbrestir, teir flestu í Eysturukraina og Suðurukraina, har Russland hevur valdið nógvastaðni.

Næstan øll lond í heiminum fordøma atgerðina hjá Russlandi. Vladimir Putin hevur svarað aftur við at hótta øll, sum blanda seg upp í innrásina í Ukraina, við “álvarsligastu avleiðingunum í søguni”. Tí eru nógv fólk bangin um, hvat fer at henda í nærmastu framtíð. Hetta hevur eisini gjørt, at einki land torir at fara við í kríggið í parti við Ukraina.

Men nógv lond og felgsskapir vísa greitt, at tey eru í parti við Ukraina. Til dømis hava Danmark og Svøríki sent vápn og verndarútgerð til Ukraina. Altjóða ítróttasambond hava bannað russum í at kappast, til dømis í fótbólti og íshokki. Og altjóða judosambandið hevur strikað Vladimir Putin sum heiðursformann – og tikið svarta beltið frá honum.

Og tað er ikki bara umheimurin, sum finst at krígnum. Mótmælisgongur hava verið í fleiri russiskum býum. Í Russlandi er ikki meiningarfrælsi á sama hátt sum hjá okkum. Til dømis er tað ólógligt at vísa, at tú ert ímóti kríggi. Túsundtals mótmælisfólk eru higartil handtikin í Russlandi. Men tað eru eisini nógvir russarar, sum stuðla Putin og krígnum móti Ukraina.

Tað, sum er farið fram higartil, er ræðuligt. Túsundtals fólk eru dripin og milliónir av fólkum eru rýmd úr heimi sínum og eru nú flóttafólk. Nógv bendir á, at russisku herdeildirnar hava dripið vanligar borgarar (altso fólk, sum ikki eru í herinum) í fleiri býum. Hetta er krígsbrot og er ógvuliga álvarsamt, men tíanverri rættiliga vanligt í kríggi.

Sosialir miðlar verða støðugt floymdir við myndum, videobrotum og upplýsingum um Ukraina. Ofta er tað ringt at halda skil á, hvør avsendarin er, og um tað er veruligt. Russiski herurin og stjórnin koma til dømis við nógvum ósannum tíðindum. Og tí er tað serliga týdningarmikið at vera keldukritisk/ur og ikki deila myndir ella upplýsingar, sum eru ivasamar.

Í løtuni er eingin vandi fyri, at kríggið breiðir seg til onnur lond.

Og minst til, at ert tú stúrin ella kennir teg ótrygga/n, so hjálpir tað altíð at tosa við foreldrini, ein lærara ella onkran annan vaksnan um støðuna. Tú kanst eisini leita tær hjálp á Tú og eg-ráðgevingini hjá Barnabata.

200 flóttafólk til Føroya

Fyrst í apríl samtykti eitt samt løgting serlógirnar, sum geva 200 ukrainskum flóttafólkum uppihaldsloyvi í Føroyum í tvey ár. Sambært umhvørvis­ og vinnumálaráðnum vóru umleið 40 flóttafólk komin til Føroya úr Ukraina síðst í apríl. Av teimum 40 eru 12 undir 18 ár.


Greinin varð dagførd 21. apríl 2022