Greinir

Hønurnar hjá Heiðrun

 

Heiðrun og tey hava havt hønur í tvey ár. Tær búgva í einum høsnarhúsi í garðinum, sum Heiðrun og pápin hava bygt. Hóast tey flestu hava hønur sum gagndýr, so eru hønurnar hjá Heiðrun og teimum meira sum kelidýr

– Mær dámar væl, at tær eru so spakar. Tær koma til mín, tá ið eg komi út, og tá ið eg rópi eftir teimum. Og tær tíma væl at ganga uppi á mær. Eg havi hoyrt um onkran, sum dugir at læra tær at gera triks, sum við hundum, men tað hava vit ikki gjørt nakað við.

Pápi Heiðrun er uppvaksin við hønum úti í Hesti, og langabbi Heiðrun, sum býr í Hesti, hevur hønur, og tí vildu Heiðrun og tey royna at hava hønur heima hjá sær.

– Vit læntu eina klekimaskinu frá langabbanum og løgdu 10 egg í. Eggini vóru í maskinuni í umleið tríggjar vikur. Tað vóru bara tveir høsnarungar, sum kláraðu at koma út úr egginum sjálvir. Og tríggir ungar doyðu í egginum, áðrenn teir vóru nóg stórir at koma út.

Tær fyrstu vikurnar búðu høsnarungarnir í eini pappeskju inni í stovuni hjá Heiðrun og teimum. So vóru teir nóg stórir til at fara út í høsnagarðin at búgva.

– Hønurnar eita Karuski og Klaus. Eg eigi Karuski, og beiggi mín, Bjarni, eigur Klaus. Vit hava sjálvi givið teimum nøvn. Klaus er ein høna, men beiggi mín vildi bara hava, at hon skuldi eita so. Karuski og Klaus líkjast rættiliga nógv, og mamma kennir ikki mun á teimum, men tað geri eg. Klaus hevur svartar prikkar á nakkanum, og Karuski er myrkari.

Heiðrun eigur tvær hønur og eina tík, Laiku, sum er eitt ár. Hon hevur eisini átt eina kanin, tá ið hon búði í Keypmannahavn, men hana kundi hon ikki taka við, tá ið tey fluttu til Føroya, so nøkur vinfólk sluppu at eiga hana. Mynd: Bjalla B. Dalsgarð

Heiðrun er røsk at reinsa høsnarhúsið og hjálpir annars til við hønunum, tá ið hon hevur tíð.

– Hønurnar hava eina skál við vatni og fáa korn úr einum ílati, sum tær hava atgongd til allan dagin. Ílatið skal fyllast upp umleið eina ferð um vikuna. Og so fáa tær matrestir frá okkum hvønn morgun. Húsið skal eisini reinsast fyri skitt av og á. Eg hjálpi til, tá tað liggur fyri, men ikki soleiðis fast. Tað eru nokk mest mamma og babba, sum gera tað dagliga. Tað er eingin hani í høsnagarðinum, tí so skulu hønurnar inn í høsnarhúsið innan eina ávísa tíð um kvøldið. Og tað larmar eisini meira, og tað er ikki so gott fyri grannarnar.

– Onkuntíð royna hønurnar at leggja seg á eggini at bøla, men har kemur sjálvandi eingin ungi burturúr. Men hønurnar verpa væl fyri tað, men ikki um veturin og heldur ikki, um tær eru skrukk og royna at leggja seg á eggini.

Hønan hjá Heiðrun, Karuski, er so spøk, at hon kemur, tá ið Heiðrun rópar á hana, og hon tímir eisini væl at sita á arminum á henni. Mynd: Bjalla B. Dalsgarð

Heiðrun vil so gjarna hava høsnarungar, men tað ber ikki til, tí tey hava ongan hana, og mamman vil heldur ikki hava fleiri hønur. Einaferð blivu hønurnar burtur. Tær vóru enn ungar og sluppu út undir hegnið.

– Vit leitaðu eftir teimum í eina góða løtu. At enda funnu vit tær langt heimanífrá. Dagin eftir hoyrdu vit, at ein høna hevði verið inni í stovuni hjá einari gamlari konu. Hon hevði ringt til dóttur sína og fortalt um hesa fittu, lítlu hønu, sum gekk inni í stovuni. Dóttirin bleiv heilt forvirrað og helt, at nú var mamman í ørviti, og at hennara nýggi heilivágur hevði gjørt hana í ørviti, tí hon trúði ikki, at ein høna kundi ganga inni í stovuni. Men so var.

Heiðrun og eitt ára gamla tíkin Laika. Mynd: Bjalla B. Dalsgarð


Stutt um Heiðrun Bogadóttir Enni

ALDUR: 12 ár

SKÚLI: Frískúlin í Havn

SYSTKIN: Bjarni, 10 ár

KELIDÝR: 2 hønur og ein hund, Laika, sum er 1 ár. Vit hava eisini havt eina kanin, tá ið vit búðu í Keypmannahavn, men hana kundi mann ikki innflyta til Føroya, so okkara vinfólk sluppu at eiga hana

ÍTRIV: Gangi til svimjing og spæli gittar

YNDISFILMAR: Disneyklassikarar

YNDISMATUR: Sushi

UM SUMMARIÐ ELSKI EG AT … … verða úti í Hesti og hoyggja og taka rabarbur upp. Mær dámar eisini væl ólavsøku og at vera í føroyskum klæðum


Grein í STROK 5 | 2022

Tekstur: Heiðrun Bogadóttir Enni