Greinir

Hvat merkir tað at vera ein hetja?

STROK spyr Jógvan, Bjørg og Dávid. Mynd: Tóra við Keldu

 

Merkir tað, at man er stórur og sterkur og bjargar øðrum, ella merkir tað, at man bara er ein góður vinur at heita á? Jógvan, Bjørg og Dávid svara


Jógvan, 13 ár, 7. flokkur

Hvat er ein hetja?

- Ein hetja er onkur, sum hjálpir øðrum. Tað kann vera í bókum, filmum ella í veruliga lívinum.

Hvat er ein sterkur persónur?

- Ein sterkur persónur letur einki steðga sær og hugsar ikki um, hvat onnur halda. Tað er eisini ein persónur, sum hugsar um onnur.

Hevur tú nakra hetju?

- Nei, eg havi sjálvur onga hetju.

Hvussu kanst tú vera ein hetja?

- Eg kann vera ein sterkur persónur ella ein hetja við at hjálpa øðrum, bæði heima, í skúlanum og aðrastaðni, har eg eri.



Bjørg, 11 ár, 5. flokkur

Hvat er ein hetja?

- Ein hetja í teknirøðum er ein hetja, sum hjálpir fólkum, tá ið tey eru í neyð. Men eg haldi, at ein hetja er eisini onkur, sum hugsar um hini.

Hvat er ein sterkur persónur?

- Ein sterkur persónur kann bæði vera onkur, sum er djørv ella djarvur ella eisini onkur, sum hevur stórar vøddar.

Hevur tú nakra hetju?

- Nei, eg haldi ikki, at eg havi nakra hetju.

Hvussu kanst tú vera ein hetja?

- Eg haldi, at eg kann vera sterk ella ein hetja við at hjálpa øðrum. Um onkur kennir seg uttanfyri, so kann eg bjóða teimum uppí.


Dávid, 12 ár, 6. flokkur

Hvat er ein hetja?

- Í Føroyum eru flestu fólk í ymiskum størvum hetjur. Men tað kann eisini vera úr teknirøðum og bløðum og eisini bara ein, sum hjálpir nógv og er blíður.

Hvat er ein sterkur persónur?

- Ein djarvur ella sterkur persónur er ein, sum torir at siga sína meining og stendur fyri tað, hann heldur, og ein, sum hjálpir øðrum.

Hevur tú nakra hetju?

- Um ein hetja í hesum førinum kann vera eitt ítróttafólk, so er tað ein fótbóltsspælari, sum eitur Lewandowski – annars havi eg onga.

Hvussu kanst tú vera ein hetja?

- Eg kann vera sterkur ella vera ein hetja við at hjálpa øðrum og við at vera sterkur sálarliga og at siga ella gera okkurt gott. Eg kann gera dagin betri fyri onkran annan.


Kunnu vit øll vera hetjur og hvat sigur sálarfrøðingurin? Les meira her


Partur av grein í STROK 3 2022

Tekstur: Tóra við Keldu