Greinir

7 fakta um Reiley

- Sjálvandi skalt tú kunna siga, hvat tú droymir um. Tað havi eg altíð gjørt, sigur Reiley. Mynd: Reiley

 

Í dag er hann kendur sum sangarin Reiley við kendu løgunum „Let It Ring”, „Superman” og „YOU”. Hann hevur 11,1 milliónir fylgjarar á TikTok og er 2,7 milliónir ferðir spældur á Spotify. Men visti tú, at ungi maðurin, Reiley, í veruleikanum eitur Rani Petersen og er úr Havn?

Her eru 7 onnur fakta um unga sangaran og influensaran:

1. Reiley hevur gingið til fimleik, síðani hann var lítil og fór av álvara at dansa, tá ið hann var við sum dansari í sangleikinum Grease í 2014.

2. Reiley hevur ongantíð verið við í einum orkestri ella bólki. Honum dámar best at gera tónleik einsamalllur.

3. Reiley hevur altíð havt áhuga fyri video og videoframleiðslu. Hann fekk sær sítt fyrsta kamera, tá ið hann var tólv ár og hevur putlast við upptøkur og video síðani (hygg eftir videoløgunum hjá Reiley á Youtube og vita, um tú ikki sært, hvussu nógva orku Reiley hevur lagt í tey).

4. Reiley var við í X-Factor í Onglandi í 2016 og kom allan vegin víðari til Boot Camp. Tað er, tá tey, sum eru komin víðari í kappingini, fara á venjingarlegu.

5. „Superman” er fyrsti sangurin, sum Reiley sjálvur hevur skrivað.

6. Yndissangurin hjá Reiley sum barn var – og er enn – Fireflies hjá Owl City. Hetta er tann perfekti poppsangurin, sambært Reiley.

7. Í dag býr Reiley í Onglandi og hevur plátusáttmála við eitt plátufelag í Los Angeles í Amerika.

Reiley hevur hesi ráðini til ungar tónleikaspírar:

- Arbeið hart og kenn teg sjálva/n. Ver tann, tú ert – ikki royn at vera nakar annar. Royn at gera tínar styrkir sterkari. Vit eru ofta bangin at siga, hvat vit droyma um at gera, tí vit hugsa, hvat onnur fara at hugsa. Steðga við at leggja í hetta – sjálvandi skalt tú kunna siga, hvat tú droymir um. Tað havi eg altíð gjørt.


Grein í STROK 3 | 2022

Kelda: KvF, samrøða hjá Eyðfinn Jensen og Reiley í Brunsj, 2021.

Tekstur: Helena Lamhauge-Mortensen