Greinir

SF: Toto

Mynd: SF, Anton Højgaard

Mynd: SF, Anton Højgaard

Eg var rættiliga spentur at hoyra heimskenda, amerikanska bólkin Toto. Hóast hesin bólkur hevur nógv ár á baki, og er meira til aldursbólkin hjá mínum foreldrum, so kenni eg fleiri av teirra hittum. Og tey vildi eg gjarna hoyra. Serliga Africa!

Tað oysregnaði tað mesta av leygardegnum, og tað høvdu vit annars ikki væntað. Fleiri pakkaðu tjaldið niður, tí tað var so vátt. Klokkan 22, tá ið Toto fór á pallin, var tíbetur turt og gott veður.

Eini 8.000-10.000 fólk munnu hava verið til Toto. Í øllum førum til byrjanina av konsertini.

100 langar minuttir seinni fór eg skuffaður av Vágsbøi. Eg rýmdi faktiskt 2-3 minuttir áðrenn teir spældu Africa. Eg rýmdi, tí teir vóru so langdrignir. Sangirnir vóru eini 7-10 minuttir hvør, tí øll ljóðførðini skuldu spæla hvør sína solo í hvørjum einasta sangi. Sangarin hoyrdist alt ov illa, meðan man hoyrdi sera væl gittara og trummur.

Toto spældu sera væl. Ongin ivi um tað. MEN teir kundu gjørt hatta til eina betri konsert fyri øll, um sangirnir ikki vóru so langir, og alt ikki ljóðaði so eins.

* frá mær.

Teitur