Strok

Greinir

SF: Danny & the Veetos

sf_dtv.jpg

Tá vit hava tosað um D&TV í seinastuni, so hava summi nevnt, at tey eru sindur troytt av teimum nú. Tað er tí, at teir hava verið soooo nógv frammi, og verða spældir í útvarpinum alla tíðina.

Seinast vit hoyrdu teir var á ólavsøku, og tað er jú ikki serliga langt síðani. Hóast hetta og framvegis oysandi regnið, fóru vit omanaftur úr húsinum, har vit høvdu hita okkum, og oman á festivaløkið á D&TV konsert.

Aftur var rokað við fólki og enn regnaði. Hetta var kl. 1. Um fólk vóru við uppá tað, tá ið Graham spældi, so vóru tey enn meira við uppá tað nú. Fólk hoppaði og sungu við. Serliga til “Alright” og “Sunnukvøld í mai”.

Aftaná vóru vit á kroppi, so onnki annað var at gera, enn at keypa sær eina pizza og fara heim. Enn einaferð ein feit konsert!

5-6 stjørnur frá mær! 

Teitur