Strok

Greinir

Myndir krevja samtykki!

g2017_samtykki1.jpg

Tú kennir kanska átakið “Sex krevur samtykki” ætlað teimum 15-25 ára gomlu. 

Nýggja átakið hjá samstarvinum eitur “Myndir krevja samtykki!”.

Eg vænti ikki, at nakar annar aldurbólkur sendir líka nógvar myndir, sum vit, og tí er hetta átakið akkurát nakað fyri okkum.

Myndir krevja samtykki merkir í stuttum, at vit altíð eiga at spyrja fólk um samtykki (um loyvi), áðrenn vit taka eina mynd av teimum. Vit kenna nokk øll onkran, sum er komin illa fyri, tí onkur mynd er send ella løgd út á netið, uttan at viðkomandi vildi tað.

Stutt og greitt eitt fínt og hóskandi átak fyri ung (og øll foreldur!).

Tað eru Amnesty, Fólkaheilsuráðið, Løgregluna og Sig Frá, sum standa fyri báðum átøkunum.

#myndir #krevja #samtykki #G!2017 #strok

Teitur í Stórustovu