Strok

Greinir

G! Tær fyrstu myndirnar😊

Í ár hava vit (eisini) sett okkum fyri at taka myndir saman við teimum kendu, sum vit hitta á vegnum. Her eru nakrar av teimum fyrstu myndunum😊 

Tey fyrstu vit møttu vóru Marius, Høgni, Eivør og Michael Blak, sum vóru á veg niðan í Tøting at killa. Hetta eru nakrir av okkara kendastu og mest virknu tónleikarum. Tey skulu øll spæla saman til Hoyma-kosertirnar hjá Eivør í morgin.

Longri niðri vóru vit so heppin at fáa tvær flugur við eitt smekk. Kári Sverrisson, sum er kendur bæði sum einstaklingur og frá bólkunum Bendar Spónir og Orka, og Búi Dam, sum vit kenna best frá Ævintýraferðini.

Á sandinum hittu vit Heðin Ziska, ið hevði tikið familjuna við á G! Á myndini eru eisini synirnir Sjúrður og Elias, sum júst eru komnir úr heita pottinum. Heðin plagar at spæla við í fleiri bólkum, tá ið festivalar eru, men á ársins G! er bara ein konsert á skránni.

Framman fyri fisk og kips-vognin hittu vit Duritu Dahl Andreassen. Hon er sjónleikari og hevur spælt nógvar leikir og hevur egnan sjónleikarabólk saman við Mariann Hansen og Búa Dam (sí mynd omanfyri). Kanska onkur tykkara eisini hevur sæð hana spæla í lýsingarfilmuni Sheep View, sum skulu selja Føroyar sum ferðamál.

Bilderbuch úr Eysturríki vóru nokkso kulir (tað eru teir, sum spæla í bakgrundini).

... og heingikoyggjurnar😊 

... og heingikoyggjurnar😊 

Vinkonur úr Gøtu og Fuglafirði á sandinum😊 

Og so líka ein ís hvør og eitt sindur av poppkorni😊 

Rennistrongurin skuldi sjálvandi eisini roynast - nakrar ferðir!

Og so tað allarbesta við hósdegnum á G! MØ!!! Hetta var klárt tann besta konsertin😊 

Brandur Kallsberg og Róaldur A. Dalsgarð