Strok

Blaðið

Blaðið

Í STROK kanst tú lesa um alt, sum er týdningarmikið í lívinum. Her er eitt sindur meira um innihaldið í blaðnum.

Screenshot 2017-09-18 21.23.49.png

Í STROK kanst tú lesa um alt frá vinarlagi og kærleika til ítrótt, tíðindi, søgur, kelidjór, plantur, mat, ítriv, og skemtisøgur. Her er pláss fyri øllum, stórum sum smáum: Hvussu verður olja gjørd? Nær verður man forelskaður? Hví geispa vit? Hugskotini eru nógv, og eisini frá tykkum lesarum. Í fleiri enn 60 ár hevur barnablaðið STROK verið ein góður vinur hjá børnum og ungum – og soleiðis verður eisini í framtíðini! Í hvørjum STROK er millum annað:

YNSKIMYNDIN
Í STROK eru tað lesararnir, ið avgera hvør ynskimyndin í blaðnum er: sangarar, sjónleikarar, dýr ella ítróttarfólk. Send okkum tíni ynski!

BLITS
Alt um tey kendu. Í STROK ber eisini til at lesa um hottastu sangararnar, kulastu sjonleikararnar og dýrastu ítróttastjørnurnar.

GREINAR
Hvat dáma øðrum børnum og ungum at gera? Hvat rør seg í Føroyum og úti í heimi? STROK skrivar um verulig ting til verulig børn.

SPYR BARA ...
Hava kettur 9 lív? Ber til at sms’a í SMS? Eru nógvir serviettar í Sovjet? Spyr Gløgga Blobb um alt millum himmal og jørð. Hevur tú ein spurning um eitthvørt gera STROK-frøðingar, serfrøðingar og Blobb alt fyri at svara honum.

LÆTT & LESKILIGT
Mungar tú? So eru pannukøkur við jarðberjaróma, heitt kaka við piparmyntusmakki, pitabreyð við tunfiskasalati ella sólberjaísur kanska nakað, ið freistar. STROK bjóða tær nýggjar og leskiligar uppskriftir í hvørjum blað.

UPPGÁVUR
Í STROK eru altíð fleiri síður við krossorðagátum, sudoku og krimigátum at loysa, og góðir vinningar at vinna.

HURL UM BURL
Uppslagstalvan hjá STROK-lesarum. Stuttligar myndir, tekningar, søgur, listar, tipp, yrkingar, uppskriftir, heilsanir, Eg og mítt kelidýr og annað er at finna her.

FLÓVISLIGT OG LOYNILIGT
Á hesu síðuni blanda vit flóvisligar hendingar við loyniligar loynidómar hjá lesarum.

VÍSINDI OG FAKTA
Alt um spennandi vísindi. Les um heilan, rúmdina, havsins dýpi, dinosaurar og nógv annað.

UMMÆLI
Nýggjar bøkur, filmar, tónleikafløgur og telduspøl verða ummæld av ummælarum okkara. Tey siga sína meining og býta út 'S'.

GAMAN
Og so var tað hin um danskarin, normannin og føringin, sum... Hevur tú hug at flenna er altíð ein góð ein at finna á síðuni við skemtisøgum.