Strok
Screenshot 2019-08-16 12.00.02.png

Vel Strok

Tey vaksnu hava síni bløð - og børn skulu sjálvandi eisini hava eitt blað. STROK er okkara! sigur Fríði Patursson, 13 ár, sum stillar upp fyri STROK.

Tað besta við STROK er, at man kann lesa um sovorðið, sum man kanska ikki torir at spyrja tey vaksnu um. Sovorðið flovisligt, sigur Gylta Djurhuus á Neystabø, 12 ár, sum stillar upp fyri STROK.

Eg tími ordiliga væl at lesa um onnur børn í Føroyum. Tað er eisini altíð stuttligt at vita, um man kennir onkran, sum er í blaðnum, sigur Maiken Janusardóttir, 10 ár, sum stillar upp fyri STROK.
Tað er kul at vera ein partur av STROK. Øll kunnu skriva til blaðið, og man kann eisini ummæla bøkur og spøl og alt møguligt, sigur Brandur Kallsberg, 14 ár, sum stillar upp fyri STROK.