STROK KOKKAST
Heimagjørt íste
Tað er ikki so ofta, at tað er sól í Føroyum, ÍSTE men tá tað er, so er gott at duga at gera íste.
Til eitt glas av ístei skalt tú brúka:
• 1 teposa
• ein rúgva av ísterningum
• 1 ella 2 tsk av hunangi. Um tú ikki eigur hunang, kanst tú brúka sukur
• kókandi heitt vatn
• 1 glas, sum tolir kókandi heitt vatn, ella ein kopp
Tú kanst brúka øll sløg av tei at gera íste við − svart, grønt, hvítt ella urtate
Soleiðis gert tú:
1. Kóka ketilin
2. Koyr teposan og kókandi heitt vatn í glasið. Lat teposan vera í glasinum í 2 til 5 minuttir
3. Tak teposan úr glasinum og koyr hunang (ella sukur) í glasið, ímeðan teið enn er heitt
4. Lat teið kólna og koyr ísterningarnar í glasið.
Prei: Gott at smakka íste til við: • Sitrón • Sukur • Leimfrukt • Appilsin … og so er eisini lekkurt at koyra myntu ella a