Strok

Forsíðupostar

Teir máttmiklastu tannáringarnir í 2018

Amerikanska tíðarritið TIME hevur útnevnt tannáringarnar sum hava havt størstu ávirkanina á heim okkara í 2018. Kennir tú teir?

Greta-Thunberg.jpg

Greta Thunberg: Veðurlagsaktivistur

15 ára gamla Greta úr Svøríki bleiv heimskend, tá ið hon var í veðurlagsverkfalli í tríggjar vikur áðrenn valið til ríkisdagin í Svøríki í fjør. Hetta gjørdi hon fyri at varpa ljós á keðiligu veðurlagsbroytingarnar. Síðan hava næmingar í øllum heiminum verið í veðurlagsverkfalli eins og hon – eisini her hjá okkum. Um verkfallið sigur Greta Thunberg: - Eg má gera tað eg kann. Tað er mín moralska skylda.

775137988KM00165_France_v_A

Kylian Mbappé: Skoraði eitt mál í HM-finaluni

Einans 19 ára gamli Kylian spældi við franska landsliðnum í fótbólti í HM-finaluni. Har skoraði hann enntá eitt mál. Hetta er fyrstu ferð í 60 ár at ein tannáringur hevur skorað í eini HM-finalu í fótbólti.

GettyImages-960275924.jpg

Millie Bobby Brown: Fingið 18 milliónir fylgjarar

Millie er bara 14 ára gomul, men síðan høvuðsleiklut hennara sum Eleven í Netflix-røðini Stranger Things er hon vorðin ógvuliga kend. Hon hevur nú fleiri enn 20 milliónir fylgjarar á sosialu miðlunum og er sostatt ein tann best umtókta unga stjørnan í Hollywood.

Rishab_Jain_-_Head_Shot.JPG

Rishab Jain: Hjálpt við at viðgera krabbamein

14 ára gamli Rishab hevur uppfunnið eitt forrit, sum kann hjálpa læknum við at viðgera krabbamein. Hann hevur vunnið eina virðisløn fyri sína uppfinning. Hon kann nevnliga hjálpa læknum at zooma inn á brisið, so tað verður lættari hjá teimum at skera krabbameinið burtur.

melati_isabel_wisjen_bio.jpg

Melati Wijsen og Isabel Wijsen: Burturbeina plastik úr høvunum

Systrarnar Isabel og Melati, ávikavist 16 og 17 ár, fóru longu tá ið tær vóru 12 og 13 ára gamlar undir at beina burtur plast úr sjónum. Og tær hava hildið fram líka síðan. Í 2018 skipaðu tær fyri størstu uppruddingini á Bali, har 20.000 fólk hjálptu teimum at savna saman 65 tons av ruski!


Greinin er úr STROK 1 | 2019