Strok

Forsíðupostar

Svend hevur verið við á Sangfagnaði hvørt ár

 - Tað besta við at vera eg er, at eg eri frískur og væl fyri. Eg havi eina góða familju, sum eg elski, og eg eri nøgdur sum persónur. Og so eri eg eisini nokk so stuttligur😊 Mynd: Lilja Kristiansen

- Tað besta við at vera eg er, at eg eri frískur og væl fyri. Eg havi eina góða familju, sum eg elski, og eg eri nøgdur sum persónur. Og so eri eg eisini nokk so stuttligur😊 Mynd: Lilja Kristiansen

Í heystfrítíðini vóru 140 sangglað børn á legu í Nesvík til “Sangfagnað”. Sangfagnaður er eitt tiltak, har sangur fyllir nógv, og sangvenjing er frá morgni til myrkurs. Børnini vandu tilsamans 10 sangir, ið tey seinni framførdu á tveimum konsertum í Løkshøll í Runavík, sum samstundis var endabresturin á leguni.

12 ára gamli Svend Danielsen av Toftum elskar at syngja og hevur verið við á sangfagnaðinum frá byrjan.

Í frítíðini spælir Svend fótbólt og flogbólt, og honum dámar væl at spæla Fifa, tá hann kemur heim, ofta saman við vinmonnum. Svend fortelur okkum, at honum dámar væl sang, og at hann er uppvaksin við at ganga í kirkju saman við familjuni hjá sær, og at hann altíð hevur gingið í sunnudagsskúla og á ungdómsmøti. Svend sigur, at tað, sum hevur størsta týdning í lívinum, er at kenna Jesus.

- Mær hevur altíð dámt væl at sungið, og eg tími tað ordiliga væl, tí tað er so stuttligt. Faktiskt havi eg verið við á Sangfagnaði hvørt ár, tað vil siga, síðani Sangfagnaðurin var fyrstu ferð. Tað er ordiliga stuttligt, og um eg skuldi givið honum stjørnur, har tað besta eru fimm stjørnur, hevði Sangfagnaðurin fingið allar fimm stjørnurnar.

Spurdur um, hvat honum dámar best við Sangfagnaðinum, sigur Svend, at tað er sangurin, men eisini at vera saman við vinum. Svend greiðir frá, at honum dámar væl allar sangirnar og serliga tann sangin, har hann sjálvur syngur solo, hann eitur Alt tað, eg havi, er givið.

 Svend syngur solo í juniorkórinum. Mynd: Lilja Kristiansen

Svend syngur solo í juniorkórinum. Mynd: Lilja Kristiansen

Gera egnar sangir

Svend hevur fleiri dreymar. Hann droymir um at gera sín egna sang. Hann droymir eisini um at skriva síni egnu løg og framføra. Og so droymir hann eisini um at verða professionellur sangari og at liva av at syngja.

- Mær dámar best at gera tingini upp á mín egna máta og ikki at gera nakað, sum er líka sum hini. Mær dámar ordiliga væl at skara burtur úr. Og eg hati at siga hetta, men eg haldi faktiskt, at skúlin er ógvuliga týdningarmikil. Tað er gott at læra og at menna seg.


FAKTA

Navn: Svend Danielsen

Aldur: 12 ár

Býr: Á Toftum

Skúli og flokkur: Tofta skúli, 7.b

Systkin: 2 eldri systkin

Ítriv: Eg spæli nógv fótbólt og onkuntíð flogbólt. Og so syngi eg í einum bólki, sum eitur ELISHA, saman við 6 øðrum

Besti sangur: Tað er trupult at svara, tí har eru so nógvir mega góðir. Har er ein sangur hjá Jon Bellon, ið eitur Guillotine, hann dámar mær væl

Besti sangari: Ed Sheeran

Besti tónleikabólkur: Imagine Dragons ella Coldplay

Besta ítróttagrein: Fótbóltur

Besta lið: B68

Kelidjór: Eina kanin, sum eitur Snurlus

Yndisbók: Forrest Gump

Besti filmur: Forrest Gump

Yndismatur: Karrybollar og rís

Tín fyrimynd: Peter Schmeichel, málmaðurin. Eg dyrki Schmeichel, hann er tann besti

Hvat gert tú um 20 ár? Okkurt, sum ikki hevur við tøl at gera. Eg giti, eg endi sum lækni ella sjúkrarøktarfrøðingur 😊

Um tú kundi fingið eitt ynski at ganga út, hvat hevði tað so verið? At duga okkurt ordiliga væl

Hvat er tað besta við at vera tú? Tað besta við at vera eg er, at eg eri frískur og væl fyri. Eg havi eina góða familju, sum eg elski, og eg eri nøgdur sum persónur. Og so eri eg eisini nokk so stuttligur 😊

Um tú kundi verið ein annar persónur í ein dag, hvør hevði tað so verið? Eg hevði viljað verið Peter Schmeichel í ein dag, tað hevði verið mega kul!


Greinin stóð í STROK 7 | 2018

TEKSTUR: Erla Mortensen