Strok

Forsíðupostar

Ársins gerandishetja

image.jpeg

Í dag varð Høgni Kunoy Dávason kosin ársins gerandishetja. Høgni gongur í 7. flokki í Skúlanum við Løkin og er høvuðsvenjarin og stigtakari til Hwarang Føroyar.  

Hwarang Føroyar er fyrsta og einasta takwondofelagið í Føroyum, og tað er fyri hetta, at Høgni er skýrdur gerandishetjan 2017.

"Høgni hevur saman við foreldrum sínum tikið stig til at seta ítróttargrein á stovn, eitt átak, sum virkar samlandi fyri bæði ung og gomul," sigur Fólkaheilsuráðið í grundgeving síni.

Gerandishetjur eru vanlig fólk, sum gera mun á ymsan hátt í gerandisdegnum. 

Standa á bíðilista fyri at sleppa at venja hjá Høgna

Í mai í ár varð Hwarang Føroyar tvey ár. Her eru 106 limir í øllum aldri, og meira enn 50 eru á bíðilista. Vant verður í Søldarfjarðar skúla.

- Summi, sum venja her, eru ordiliga atletisk í tí, renna skjótt, eru sterk og fim, men ikki øll, og tað er ikki eitt problem. Øll kunnu læra, og tað er ordiliga stuttligt at síggja, hvussu tey bara duga betur og betur, tí tey venja væl, geva alt og vilja duga betur, sigur Høgni.

Sjávur hevur Høgni vant taekwondo í átta ár. í Singapore hjá Mr. Lai, í Danmark hjá Phili Reyes og eitt styttri tíðarskeið í Korea. Høgni hevur svarta beltið.

Í STROK 3/17 kanst tú lesa samrøðu, sum STROK gjørdi við Høgna fyrr í ár.