Strok

Forsíðupostar

Nú byrjar jólakalendarin Snæfall í sjónvarpinum

18okt17_00Q8085.jpg

- Mann verður ongantíð ov vaksin til at hyggja at jólakalendarum, tí tað er eitt familjuting. Jól eru fyri øll, sigur níggju ára gamla Ranja, sum leggur rødd til høvuðspersónin Selmu í jólakalendaranum Snæfall, sum verður vístur í sjónvarpinum 1.-24. desember.

SØGAN Í SNÆFFALL ER HENDA:
Jólakalendarin er um níggju ára gomlu Selmu, sum er foreldraleys, og droymir um at fáa eina familju. Síðan foreldur hennara doyðu, hevur hon búð hjá Ruth. Ruth er stranga grannakonan, sum fyribils skal taka sær av Selmu og hundinum hjá henni, Caspari. Selma droymir um, at hon hevur eina ordiliga familju onkustaðni, sum hon ikki kennur. Vit sleppa eisini við í ein ævintýraheim, har lítla bygdin Snæfall liggur fyri seg sjálva í eini ísoyðu. Her hitta vit Julius, sum er sjálvur jólamaðurin.

STROK hevur sett Ranju nakrar spurningar um, hvussu tað er, at leggja rødd til ein sjónvarpsleik.

Hevur tú roynt at leggja røddir til ein sjónvarpsleik fyrr?
- Nei, hetta er fyrstu ferð. Eg havi bara roynt at spæla sjónleik fyrr. Men mær dámar væl at framføra, og tí segði eg eisini ja beinanvegin, tá ið eg varð biðin um at vera við.

Hvussu fyrireikaði tú teg til leiklutin?
- Eg fekk eitt handrit og allar 24 filmspartarnar heim við at venja eftir. Í studio sá eg partarnar á einum skíggja og hoyrdi norsku røddirnar í oyrabúffunum. Hetta hjálpti mær at vita, nær eg skuldi snakka, og hvussu langa tíð eg hevði til at siga tað í.

Nær byrjaði tú at tosa inn?
- Eg byrjaði áðrenn summaferiuna og bleiv liðug við tað allarmesta tá. Eg flutti til Danmarkar eftir summarferiuna, so tað mátti verða so. Eg var tó heima í heystferiuni, og tá tók eg eisini upp, men bara okkurt smávegis sum manglaði. Og so sungu øll børnini, sum eru við, eisini ein sang saman.   

Er tað ringt at spæla sjónleik bara við røddini?
- Bara tá ið eg skuldi gráta. Annars skuldi eg bara vera sum ein vanlig genta.

Dámar tær søguna í Snæfall?
- Ja, eg haldi hon er ordiliga góð.

Líkjast  tú og Selma, sum tú leggur rødd til í Snæfall?
- Ikki í útsjónd, men eitt sindur í atferð. Vit eru báðar nokkso villar og finna upp á ting.

Hevur tú hoyrt Selmu snakkað við tíni rødd?
- Nei ikki enn, so tað eri eg nokkso spent til. Tað verður sikkurt løgið at hoyra.

Ert tú spent til 1. desember?
- Eitt sindur. Eg má hyggja at Snæfall á netinum, tí nú búgvi eg í Danmark, og har sær mann ikki føroyskt sjónvarp. Men kanska komi eg til Føroyar á jólum, so tá kann eg hyggja at honum í sjónvarpinum.

Greinin er tikin úr STROK 7/2017

GreinBeinta Johannessenjól