Strok

Forsíðupostar

Kular Røtur = nýggjar vinir

 Beinir og Rakul Ró. Mynd: eydbii

Beinir og Rakul Ró. Mynd: eydbii

Vov, vov! Hon er omma mín, Grønir menn frá Pluto, Hundur mín Kingoson, Regn og tora. Hetta eru alt sangir, sum flest øll kenna og duga at syngja við til. Herfyri kom ein flott bók, ’Sangskrínið’, út við øllum hesum sangum og enn fleiri hjá Kulum Rótum. STROK hevur hitt tvær av kulu rótunum til eitt tónleikaprát 

Beinir Troest Rasmussen, 17 ár, býr í Saltangará og gongur í miðnámsskúlanum á Kambsdali. Hann byrjaði at syngja við Kulum Røtum í 2009, tá ið hann var bara níggju ára gamal.  

- Eg lurtaði eftir einari ljóðroynd hjá Steintóri og Rakul Ró í ítróttarhøllini í Runavík. Frammanundan kendi eg næstan allar teir gomlu sangirnar hjá Kulum Rótum, og eg minnist, at eg sang so hjartaliga við, meðan tey høvdu ljóðroyndina. Steintór spurdi, um eg hevði hug til at syngja ein ella tveir sangir saman við teimum til konsertina, og tað gjørdi eg so, sigur Beinir.  

Rakul Ró Steintórsdóttir er 15 ára gomul og er dóttir Steintór Rasmussen. Hon gongur í 9. ð í skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík og minnist eisini sína fyrstu konsert í ítrottarhøllini í Runavík.  

- Eg havi altíð sungið, og mín fyrsta konsert var saman við pápa mínum, tá eg var átta ár. Vinkona mín, Maria, og eg sluppu við honum til eina konsert í Runavík. Tá minnist eg, at har var ein drongur til ljóðroyndina, sum sang so hjartaliga við. Tað var Beinir, og hann slapp so eisini at syngja við á tí konsertini, og soleiðis byrjaði Kular Røtur aftur, sigur Rakul Ró. 

Bæði Rakul, Ró og Beinir eru samd um, at tað hava verið nógvar góðar løtur saman við Kulum Rótum, og serliga dámdi Beini væl, tá ið tey vóru á turné í Føroyum.  

- Tað hevur altíð verið sera hugnaligt at verið ein partur av Kulum Rótum. Tann besta upplivingin var, tá vit vóru á Bassaturné í Føroyum í 2011 við Trølla-Pæturi og Ommuni. Mær dámdi ótrúliga væl at ferðast millum støðini, har vit spældu, og at sleppa at syngja hvønn dag í eina viku, í staðin fyri at ganga í skúla. Tað var ein dreymur, sum gjørdist veruleiki. Tað er heilt vist ein tann besta tíðin í mínum lívi.  

 Ungar Kular Røtur. Mynd: Kular Røtur

Ungar Kular Røtur. Mynd: Kular Røtur

Kular Røtur = nýggjar vinir 

- Eg havi altíð elskað at sungið, og tað hevur verið stuttligt at verið við á hvørjari konsert, til upptøku, videolag og venjing. Tað allarbesta hevur kanska verið teir mongu túrarnar, vit hava ferðast um alt landið og eisini í Danmark, har vit hava møtt nógvum jaligum fólkum og smílandi børnum, og har eg eisini havi fingið nógvar góðar vinir, sigur Rakul Ró.  

Tað byrjaði við Kulum Rótum  

Kulu Røturnar hjá Steintóri hava havt ávirkan á teir ungu sangararnar, millum annað givið teimum møguleika at standa á palli og at menna seg sum tónleikarar.  

- Fyrst og fremst hevur tað ment meg sum sangara, sangskrivara og gittarleikara. Tað hevur eisini verið við til at hjálpt mær at tora at royna nakað nýtt og at standa á palli, uttan at hugsa um, hvat fólk halda og soleiðis leggja meira orku og týdning í, hvat eg sjálvur fái burturúr. Aftrat tí havi eg eisini møtt sera nógvum dugnaligum tónleikarum í øllum landinum. Steintór Rasmussen hevur, umframt alt tað arbeiðið, sum hann hevur lagt í okkum við tónleikinum, eisini havt stóra ávirkan á, at eg í dag sjálvur skrivi sangir, sigur Beinir.   

Rakul Ró er eisini fegin um møguleikarnar, hon hevur fingið sum partur av Kulum Rótum.  

- Dreymurin um at syngja og upptraðka, sum eg altíð havi havt, gjørdist veruleiki, tá eg byrjaði í Kulum Røtum. Eg havi bæði lært og upplivað eina rúgvu ígjøgnum Kular Røtur, bæði tónlistaliga og persónliga, sigur hon. 

Hvat stendur fyri framman? 

 Beinir: - Í løtuni eri eg í holt við eina nýggja solofløgu. Hon verður framleidd í Alicante í Studio Sacramento og kemur út í næstum. Aftrat tí spæli eg live ymsastaðni, og samstundis gangi eg í skúla. Mynd: eydbii

Beinir: - Í løtuni eri eg í holt við eina nýggja solofløgu. Hon verður framleidd í Alicante í Studio Sacramento og kemur út í næstum. Aftrat tí spæli eg live ymsastaðni, og samstundis gangi eg í skúla. Mynd: eydbii

 Rakul Ró: - Hm, ja tað er ein góður spurningur. Jú, eg syngi og spæli nógv í løtuni, bæði sjálv, saman við pápa mínum og eisini við vinkonunum, Nataliu og Mariu. Eg ætli mær ikki at gevast at syngja, men júst hvat tað næsta verður, veit eg ikki heilt enn. Vit í Kulum Rótum eru vorðin so vaksin og spæla kanska meiri sjálv nú, men vit hava framvegis stórt hjarta fyri bólkinum og sangunum, og tí tíma vit framvegis væl syngja saman. Mynd: eydbii

Rakul Ró: - Hm, ja tað er ein góður spurningur. Jú, eg syngi og spæli nógv í løtuni, bæði sjálv, saman við pápa mínum og eisini við vinkonunum, Nataliu og Mariu. Eg ætli mær ikki at gevast at syngja, men júst hvat tað næsta verður, veit eg ikki heilt enn. Vit í Kulum Rótum eru vorðin so vaksin og spæla kanska meiri sjálv nú, men vit hava framvegis stórt hjarta fyri bólkinum og sangunum, og tí tíma vit framvegis væl syngja saman. Mynd: eydbii

Um tú vilt hoyra Kular Røtur, kanst tú til dømis gera tað á bátastevnuni í Vestmanna, sum verður síðst í mai. 

Les alla greinina í STROK 3 / 2018

Tekstur: Eyðvør Klakstein