Strok

Forsíðupostar

Kroppurin verður loyniligur í tannárunum

nakin.png

Størsta ræðslan hjá Gutta er, at nakar skal síggja hann naknan. – Tað er so ótrúliga flóvisligt, sigur hann, meðan hann minnist, hvussu hann kom til at vísa pissiling í fjør summar.

Tað er nógv, sum er flóvisligt. At syngja hart uttan at vita av, at onnur hoyra. Ella
at prumpa hart í skúla­ stovuni. Men einki kemur í nánd av tí at vísa seg naknan. Í hvussu er, um mann skal trúgva tykkum STROK­lesarum. Um­ leið onnurhvør av teimum flóvisligu søgunum, sum verða sendar inn til ‘Flóvilsigt’ hjá STROK, eru frá gentum og dreingjum, sum koma til at vísa rumpu ella bróst.

Men hvat er tað í grundini, sum er so flóvisligt við at vísa seg naknan?

– Tað eru líkasum teir privatu partarnir, sigur Gutti.

Hann er 13 ár og heldur, at tað hevði verið flóvisligast í verðini, um onkur, sum hann ikki kendi, sá hann naknan. Sum í fjør summar, tá ið hann var og ferðaðist. Hann var á strondini saman við foreldrunum, einum vinmanni og foreldrunum hjá honum. Har var onga­ staðni at skifta, so øll skiftu á strondini. Tey hjálptust at halda handklæði upp fyri, so eingin skuldi síggja. So var tað Guttasa túrur at fara úr undirbuks­ unum og lata seg í svimjibuksur. Men hvat hendi? Vinmaðurin sá okkurt spennandi og drønaði av stað. Og eftir stóð Gutti við berari rumpu.

– Tað var barasta so flóvisligt. Eg náddi ikki at fáa svimjibuksurnar upp og bleiv mega stressaður og hugdi rundan um meg. Eg boygdi meg niður og hálaði buksurnar upp, men tað var onkur, sum sá mín ...

Var hetta hent nøkur ár framman­ undan, hevði Gutti ikki hildið tað vera flóvisligt. Hann hevði kanska enntá bara skift uttan at hava handklæði fyri og einki lagt í, um nakar sá.

Tá var pissilingurin á leið líka serligur sum eitt knæ ella eitt oyra. Og vit ganga jú ikki runt og krógva tey ella leggja nakað í, um nakar sær tey. 

Tá ið Gutti gekk í barna­ garði, skiftu genturnar og dreingirnir í sama skifti­ rúmi. Tað riggaði fínt, og eingin hugsaði nakað serligt um, at nakar hevði bera rumpu.

– Nú eri eg komin í tann­árini, og tá er tað øðrvísi. Nú vil eg ikki hava, at nakar sær. Tað er meira loyniligt, sigur Gutti. 

Í skúlanum er tað eingin stórur trupulleiki at vísa seg naknan í brúsuni eftir ítrótt, men øll eru eitt sindur meira varin enn fyrr og lata seg skjótt úr og í.

 – Tað plagar at ganga væl at brúsa sær, men eg plagi at vera bangin fyri at fáa standing. Tað er serliga flóvisligt, sigur Gutti. 

Tað er ikki bara saman við fólki, sum hann ikki kennir, at tað er strævið at vera nakin. Tað er uppaftur verri saman við teimum, hann kennir ordiliga væl, mammu og babba.

Tá ið mamma Gutta hevur verið í bað, ballar hon hárið í eitt handklæði og gongur runt spillnakin.

– Sjálvur plagi eg at balla hand­ klæðið um kroppin, so at eingin skal síggja. Eg plagi at siga við hana: „Tú átti at gjørt sum eg.“ So svarar hon bara: „Assj, tvætl í teg, eg eri mamma tín.“

Gutti heldur tað er mega strævið og veit ikki, um hann skal hyggja í sjón­ varpið ella at rumpuni á mammuni.

– Tá ið tú vart lítil, visti tú ikki, hvat var millum beinini. Nú veit mann, hvat tað kann brúkast til, sigur Gutti.

Gutti eitur í veruleikanum nakað annað. 

Greinin er úr STROK 5/2018