Strok

Forsíðupostar

Incredibles 2

Incredibles.gif
1.png
 

Gunnvá Whinter, 13 ár, ummælir

Nú er hann endiliga her. Eg bíðaði alt summarið. Eftir hesum filminum, tí av onkrari orsøk, kom hann út í USA í juni og ikki fyrr enn 30. august her. Eg vildi sum so ynskt, at hann kom út í 2019, tí so kundi eg sagt ‘15 years too late.’ Men tað er líkamikið nú.

Filmurin byrjar har, ið fyrsti filmurin endaði: The Underminer kemur úr jørðini og Parr-familjan berjist ímoti honum. Eftir hetta spælir The Glory Days, ið er temasangurin í filminum, og navnið á filminum kemur á skíggjan. Eg var um at gráta bara tí, at eg skilti, at eg hugdi at filminum. Víðari.

Superhetjurnar eru enn ólógligar, og Rick Dicker sigur, at verjuskipanin er droppað. Hetta merkir, at Helen (Elastigirl) ella Bob (Mr. Incredible) mugu fáa eitt arbeiði, tí at stjórnin ikki longur fer at geva teimum eitt stað at búgva.

Evelyn og Winston Deavor vilja hava superhetjurnar fram aftur og fáa Bob, Helen og Lucius (Frozone) at hitta tey. Tey greiða frá ætlan síni, og at Helen skal gera superhetjuarbeiðið. Hetta førir til ein av mínum yndissetningum í filminum: “You know it’s crazy, right? To help my family, I gotta leave it, to fix the law I gotta break it.” Tað er Helen, sum sigur hetta.

Eg ELSKI hendan filmin. Veruleikin er tann, at tú flýgur ígjøgnum filmin. Eg fataði ikki, at eg longu hevði hugt í tveir tímar. Eg hugnaði mær sum eitt svakt, og eg fann A113 (eitt sonevnt ’easter egg’, sum er í Pixarfilmum). Høvuðsskálkurin er ein, ið eitur Screenslaver, ið brýtur sjónvarpssendingar av og hypnotiserar fólk. Eg vil sjálvandi ikki siga endan, men eg havi eini boð: Hyggið at filminum! Punktum.

Beinta Johannessen