Strok

Forsíðupostar

Hvat fert tú at lesa í desember?

Ein kopp av heitum kaka, nakrar pútur og eitt mjúkt teppi. So er klárt at kava niður í eina – ella fleiri – góðar bøkur. STROK hevur lúrt í bókarúgvuna og funnið nakrar av bestu og nýggjastu bókunum fram

kryptalportalurin_william_wenton.jpg

Spenningur

WILLIAM WENTON-RØÐIN eftir Bobbie Peers

Dámar tær James Bond, robottar og loyndarmál, eru bøkurnar um William Wenton óivað nakað fyri teg.

Hevur tú ikki longu lisið Luridiumstjóvurin, átti tú at skunda tær at gjørt tað. Onnur bókin í røðini, Kryptalportalurin, er komin út og er akkurát líka spennandi sum fyrsta bókin.

Bøkurnar eru um drongin William Wenton, sum er heimsins besti kodutýðari. Í fyrstu bókini veit hann ikki av tí í fyrstani, men so fer søgan á glið, og hann fær bæði tað at vita og finnur út av, hvat er hent við abbanum, sum hvarv, tá ið William var lítil.

AÐRAR SPENNANDI BØKUR

PAX-røðin eftir Aasa Larsson og Ingela Korsell
Upplivingarnar hjá John Blake: Gátan um spøkilsisskipið eftir Philip Pullman
Kepler62-røðin eftir Timo Parvela og Bjørn Sortland

Træhúsið í 13 hæddum_perma 116429.indd

Skemt

TRÆHÚSIÐ Í 13 HÆDDUM eftir Andy Griffiths

Er Herviligi Henry tín størsta fyrimynd, mást tú bara lesa um træhúsið hjá Andy og Terry í 13 hæddum!

Træhúsið í 13 hæddum hjá Andy og Terry er kulasta træhús í verðini. Har er ein bovlingbreyt, ein gjøgnumskygdur svimjihylur, ein hylur við mannetandi hávum, ein risastórur katapultur, ein loynilig undargrundarroyndarstova og ein skúmbitamaskina, sum skjýtur skúmbitar inn í munnin á tær, hvørja ferð tú ert svangur!

So, hvat bíðar tú eftir? Kom við uppá!

AÐRAR STUTTLIGAR BØKUR

Herviligi Henry og Ketsjuppkríggið eftir Fransescu Simon
Við fullari ferð eftir eftir Ingelin Røssland
Vitello fær ein fosturpápa eftir Kim Fups Aakeson

Undur.jpg

Veruleiki

UNDUR eftir R. J. Palacio

Vilt tú vita meira um umheimin og onnur fólk, og dámar tær bøkur, ið fáa teg at gráta? So er søgan um Auggie tann rætta fyri teg!

August (Auggie) Pullman er føddur við einum andlitsfráviki, sum ger, at øll venda sær við at hyggja at honum. Auggie hevur altíð livað vardur frá fólki, so at hann skal sleppa undan happing. Tað vil siga til nú, hann skal í ein vanligan fimta flokk – og Auggie er bangin.

Men í grundini er Auggie bara ein vanligur drongur við einum heilt serligum andliti. Men kann hann sannføra sínar nýggju floksfelagar um, at hann er akkurát sum teir uttan mun til, hvussu hann sær út?

AÐRAR BØKUR ÚR VERULEIKANUM

Holið eftir Anders Johansen
Múrurin eftir William Sutcliffe
Tey, sum ikki eru til eftir Simon Stranger

tsatsiki_og_olivinkriggid.jpg

Vinalag

TSATSIKI OG OLIVINKRÍGGIРeftir Moni Nilsson

Er tín yndisbók Huckleberry Finn, Harry Potter ella Drápsmansapan? So átti tú at lisið bøkurnar um Tsatsiki og hansara vinir

Á griksku oynni hjá Tsatsiki er einki sum fyrr. Pápi Høgguslokkafiskarin skyldar bankanum pengar og ætlar at selja bæði olivinviðalundina og hotellið. Tað má bara ikki henda!

Tsatsiki og Alva verða vinir. Alva hevur nógv góð huskot og er ikki bangin fyri nøkrum. Og so er hon við upp á alt. Men tá ið Per Hammar (Hamarin) knappliga kemur, verður galið. Tí kanst tú hava fleiri bestu vinir? Nú má Tsatsiki fáa sínar bestu vinir at gerast vinir og samstundis bjarga olivinviðalundini. Men kanska er tað longu ov seint.

AÐRAR BØKUR UM VINALAG

Brenna deyðagras eftir Sverre Henmo
Maðkamáni eftir Sally Gardner
Harry Potter og fangin úr Azkaban eftir J. K. Rowling