Strok

Forsíðupostar

(Ó)hugnaligir Halloweenfilmar👻

corpses_bride.gif

31. oktober er Allahalgannaaftan ella Halloween, sum hann eitur á enskum. 

Allahalgannaaftan verður vanliga ikki hildin í Føroyum, men fleiri eru so smátt farin at taka amerikansku halloweensiðirnar til sín.

Útholað grasker, eiturkoppar, heksir, ringlandi beinagrindir og ræðandi grýluskortar eru alt við til at skapa (ó)hugna hetta kvøldið.

Hóast ræðsla og óhugni hoyrir Halloween til, kann tað eisini blíva ov nógv av tí góða. 

Tímir tú ikki, ella torir tú ikki at hyggja at øgiligu ræðufilmunum fyri vaksin, men kortini vilt hava eitt sindur av óhugna, eru filmarnir niðanfyri kanska nakað fyri teg.

Trýst á myndirnar fyri at síggja trailaran🎃