Strok

Forsíðupostar

Hondbóltur er best!

Sofus í Selvindi Nattestad. Mynd: Silvia Súnadóttir Kristiansen

Sofus í Selvindi Nattestad. Mynd: Silvia Súnadóttir Kristiansen

- Mær dámar best at spæla hondbólt, tí tað gongur skjótt fyri seg, og nógv ferð er á spælinum, sigur 12 ára gamli Sofus í Selvindi Nattestad av Strondum. 

Sofus spælir hondbólt við Stíf. Um summarið spælir hann fótbólt. Tað dámar honum eisini væl, men honum dámar betur at spæla hondbólt. 

Bygdirnar Skála og Strendur eru saman um ítróttin á vestara armi á Skálafjørðinum. Í fótbólti eitur liðið Skála, og í hondbólti eitur tað Stíf, ið stendur fyri Stranda Ítróttarfelag. 

Sofus fór at spæla hondbólt, tá ið hann var seks ára gamal. 

- Vit venja hondbólt í ítróttarhøllini á Skála. Eg fari oftast við bussinum til Skálar. Mamma ella onkur annar plagar at koma eftir okkum, tá ið vit eru lidnir at venja.

Sofus spælir hondbólt bæði við dreingjum 12 ár og dreingjum 14 ár, og venur fýra og ein hálvan tíma um vikuna. 

- Tá ið eg spæli við dreingjum 14 ár, eri eg vinstri vongur, og tá ið eg spæli við dreingjum 12 ár, eri eg á miðjuni ella vinstri bakkur. Mær dámar bæði at skjóta útifrá og at bróta ígjøgnum verjuna hjá hinum og skora.

Sofus fylgir eisini við hondbólti bæði her heima og uttanlands. 

- Fyrimyndin hjá mær í føroyskum hondbólti er Allan Norðberg. Hann er tann besti hjá Stíf. Men heimsins besti hondbóltsspælari er Mikkel Hansen.

Les alla samrøðuna við Sofus í STROK 6/2017