Strok

Forsíðupostar

Hevur tú brúk fyri onkrum at tosa við?

23632413_1762627693782150_4162396821990660436_o.jpg

Tú & Eg Ráðgevingin hjá Barnabata hevur fingið nýtt telefonnummar, 116 111.

Nú kunnu børn og ung ringja 116 111, um tey hava brúk fyri onkrum at tosa við.

116 111 er eitt nummar, ið er lætt at minnast og tað kostar einki at ringja til tað.

Og ert tú uttanlands, sleppur tú eisini undan at hugsa um kostna og landakodur, so leingi tú ringir frá einum føroyskum telefonnummari.

Nýggja telefonnummarið er sama nummar, sum flest børn í øllum Europa kunnu ringja til, tá ið tey hava tørv á onkrum at tosa við.

116 111 at svara allar gerandisdagar frá klokkan 10:00 til 15:00, men í desember verður eisini møguligt at ringja um kvøldið.