Strok

Forsíðupostar

Hetta dámar mær at lesa ...

Bartal Páll.jpg

Bartal Páll Klein

Aldur: 11 ár
Býr: Tórshavn
Skúli: Skúlin við Løgmannabreyt
Ítriv: Fótbóltur, hondbóltur, saxofon og klaver
Yndislitur: Reytt Yndisfilmur: James Bond, Spectre
Yndisísur: Magn­ísur við pulvurdrússi
Kelidýr: Ein American Cocker Spaniel, sum eitur Cheetah
Yndibókaslag: Spenningsbøkur

Hvørja bøkur lesur tú beint nú? 
- Harry Potter, Fangin úr Azkaban. Hetta er fjórðu ferð, eg lesi hana.

Hvat slag av bókum dámar tær best?
- Mær dámar sera væl tekni­, fantasy­ og spenningssøgur.

Nær lesur tú?
- Eg lesi hvønn dag, umleið tveir og ein hálvan tíma um dagin. Eg lesi allastaðni, har eg kann.

Eigur tú nógvar bøkur?
- Ja, eg eigi heilt nógvar bøkur, og eg læni eisini bøkur á bókasavninum.

Hvat gert tú við tínar bøkur, sum tú hevur lisið? 
- Eg goymi tær, og onkuníð lesi eg tær umaftur.

Er tað nøkur bók, sum tú gleðir teg til fer at koma? 
- Eg gleði meg til at lesa ‘Dust’ og ‘Træhúsið í 26 hæddum’.

Hvat fert tu at lesa í summar? 
- Eg fari at lesa Pax 9 og triðju bókina um William Wenton.

 

Bókaprei frá Bartal Páll

• Harry Potter
• Flogmaðurin
• Snigskjúttin
• Undur
• John Blake
... og nógvar aðrar