Strok

Forsíðupostar

Hetta dámar mær at lesa ...

 Frá vinstru: Karina, Ranja, Jóhanna, Sólja og Sára.

Frá vinstru: Karina, Ranja, Jóhanna, Sólja og Sára.

Jóhanna Súnadóttir Pedersen

Aldur: 12 ár
Býr: Hoyvík
Skúli: Frískúlin í Havn
Ítriv: Frælsur ítróttur, kór og gittar
Yndislitir: Reytt, gult og ljósablátt
Yndisfilmur: Bruce Almighty
Yndisísur: Sjokuláta­ ella vanilju
Kelidýr: Eina kettu, sum eitur Flekka
Yndibókaslag: Spenningsbøkur, syrgiligar bøkur og bøkur um kærleika

Hvørja bók lesur tú beint nú?
– Eg eri júst liðug við Alex Dogboy.

Hvat slag av bókum lesur tú mest?
– Míni yndis­ bókasløg, spenningur, kærleiki og syrgiligt.

Hvussu ofta lesur tú?
– Nakrar ferðir um vikuna. Eg havi ikki nakað fast stað, har eg lesi. Eg lesi nógvstaðni í kamarinum, í køkinum, í skúlanum ...

Eigur tú nógvar bøkur?
– Ja, eg eigi nokkso nógvar bøkur. Og so læni eg eisini bøkur úr skúlanum.

Hvat gert tú við tínar bøkur, sum tú hevur lisið?
– Onkrar gevi eg viðari, og onkrar goymi eg.

Hvat fert tú at lesa í summar?
– Kanska ’Skýming’.

 

Bókaprei frá Jóhannu

• Drápsmansapan
• Alex Dogboy
• At liva í allar ævir
• Brúgvin
• Isabel – gøtubarn í Rio