Strok

Forsíðupostar

Ógvulsiga og spennandi ræðslan

 Myrkur, undarlig ljóð og knapplig skríggj kunnu vera ógvuliga ræðandi ella deiliga spennandi. Mynd: iStockphoto

Myrkur, undarlig ljóð og knapplig skríggj kunnu vera ógvuliga ræðandi ella deiliga spennandi. Mynd: iStockphoto

Nógv fáa eitt kikk av óhugna. Tað sigur Gitte Klein, sum er master í positivari sálafrøði og lesur sálarfrøði við Aarhus universitet. Í STROK 6 kanst tú lesa um Símun, Silju og Jónatan, sum bæði vilja og vilja ikki síggja ræðandi filmar.

 Tað er eitt vána hugskot at hyggja at ræðufilmum fyri at ‘venja seg’ við ræðslu – um tú ikki vilt tað. Dámar tær ikki ræðufilmar, er eingin grund til at hyggja at teimum, sigur Gitte Klein.

Tað er eitt vána hugskot at hyggja at ræðufilmum fyri at ‘venja seg’ við ræðslu – um tú ikki vilt tað. Dámar tær ikki ræðufilmar, er eingin grund til at hyggja at teimum, sigur Gitte Klein.

Hví dámar nógvum ræðslu og ótta?

- Fólk hava altíð verið drigin at myrkri, óhugna og mystikki. Vit vilja ikki rættiliga hava lut í tí, men kortini fáa vit ikki latið vera. Við ræðufilmum og thrillarum kunnu vit uppliva sterkar kenslur uttan sjálvi at vera í vanda. Vit fáa eitt adrenalinkikk, men hava samstundis tak á støðuni.

Tað ber jú til at gevast at hyggja at filminum ella lesa bókina, tá ið tú vilt. Hinvegin tá ið tú longu hevur sæð okkurt, sum ger teg bangna, kann tað taka tíð, til óttin minkar aftur.

Er tað gott fyri okkum at verða skelkað?

- Bæði ja og nei. Tá ið vit síggja okkurt ræðuligt, kann tað lætna fyri okkum, tí vit sleppa undan at uppliva hetta sjálvi. Tað fær okkum til at virðismeta okkara egnu kringumstøður. Tað eru granskarar, sum halda, at ræðufilmar enntá kunnu brúkast sum viðgerð fyri tað, vit ræðast. Ræðufilmar skapa myndir úr okkara fantasium og gera, at vit kunnu útliva teir.

Hví kunnu vit verða bangin, eftir at vit hava sæð ein ræðufilm, hóast vit vita, at hann ikki er veruligur?

- Ræðsla byggir ofta á fantasi. Summi ræðast slangur, hóast tey ongantíð hava sæð eina slangu í veruleikanum. Ert tú blivin ræddur av onkrum, er tað líkamikið, um tað er veruligt ella ikki. Men tað er ikki best at sleppa sær undan øllum, sum mann ræðist. Ofta vísir tað seg ikki at vera líka vandamikið sum í tínum fantasii.

Men at hyggja at ræðufilmum fyri at ‘venja seg’ við ræðslu er eitt vána hugskot – um tú ikki vilt tað. Dámar tær ikki ræðufilmar, er eingin grund til at hyggja at teimum.

Tað sita fólk og seta aldursmark á filmar, og tað er gott at virða hetta, tí hóast vit vita, at okkurt ikki er veruligt, so kann tað sýnast sera veruligt og skapa ótta. Yngri vit eru, verri er at síggja mun á veruleika og fantasi.