Strok

Forsíðupostar

Greta Thunberg

Tríggir norskir politikarar hava tilnevnt Gretu til Friðarheiðursløn Nobels. Teir halda stríð hennara móti veðurlagsbroytingum vera við til at skapa frið í heiminum

Tríggir norskir politikarar hava tilnevnt Gretu til Friðarheiðursløn Nobels. Teir halda stríð hennara móti veðurlagsbroytingum vera við til at skapa frið í heiminum

Tá ið svenska Greta Thunberg byrjaði at mótmæla til frama fyri veðurlagnum, hevði hon ikki ímyndað sær, at undirtøkan fór at vera so góð. Ein dagin í mars mótmæltu 1,4 milliónir fólk í 123 londum – hetta var dagin eftir, at Greta varð tilnevnd Friðarheiðursløn Nobels fyri stríð sítt móti veðurlagsbroytingum

Fyri nøkrum árum síðani fleyg Greta Thunberg, 16 ár, meira enn flestu børn. Mamma hennara arbeiddi nógv uttanlands, og familjan fór ofta við. Nú flýgur Greta als ikki, tí útlátið av koldioksidi frá flogførum er stórt, og tað er ikki gott fyri veðurlagið.

Greta Thunberg

Aldur: 16 ár

Familja: Mamma, pápi og lítlasystirin Beata

Kelidýr: Hundarnir Roxy og Moses

Yndismatur: Grýturættir við grønmeti

Ítriv: Fyrr gekk eg til sang, dans og klaver. Nú havi eg ikki tíð

Yndisbøkur: Bøkur um veðurlagið! “This changes everything” eftir Naomi Klein

- Mær dámar at ferðast seint, tú sært nógv meira, sigur Greta.

Greta ferðast við toki runt í Evropa at luttaka í veðurlagsverkføllum og fyri at halda røður á stórum fundum og ráðstevnum. Pápi hennara ferðast saman við henni.

Hon bleiv kend, tá ið hon fór í skúlaverkfall at mótmæla veðurlagsbroytingum. Fyrstu ferð hon setti seg framman fyri Ríkisdagin í Stokkhólmi (svenska løgtingið) við síni plakat, var 20. august í fjør. Hon vildi hava svensku politikararnar at halda París-avtaluna. Avtalan sigur, at útlátið av vakstrarhúsgassum skal minka. Tað eru tey, sum gera, at tað verður heitari á jørðini. Málið er at halda upphitingini undir tvey stig, tí annars kann tað fáa ræðuligar fylgjur fyri allan heimin. Næstan øll lond í heiminum hava skrivað undir avtaluna. Men tú skalt eisini halda tað, sum tú lovar!

Greta á odda í veðurlagsverkfalli í París

Greta á odda í veðurlagsverkfalli í París

Verkfallið hjá Gretu fekk nógv uppmerksemi. Nógvir miðlar søgdu frá, og fleiri onnur fóru í verkfall saman við henna.

- Nógv undrast á, hvussu tað kennist at hava startað alt hetta, men eg havi jú einki gjørt. Eg havi bara sitið, segði Greta fyrr í ár við svenska blaðið Kameratposten.

Góð ráð frá Gretu: Soleiðis kanst tú ávirka:

- Tað besta er at royna at ávirka foreldrini og onnur vaksin, sum tú kennir væl. Tú kanst biðja tey liva meira burðardygt og velja røttu flokkarnar á ting. At tey skulu leggja trýst á politikarar. Tað kunnu børn eisini gera, men vaksin hava jú meira vald, tí tey eru vaksin.

15. mars varð skipað fyri einum stórum veðurlagsverkfalli – eisini her í Føroyum. Meira enn ein millión fólk mótmæltu í umleið 1600 býum kring allan heimin. Greta hevði aldri ímyndað sær, at verkfallið skuldi spjaða seg so víða.

Greta er í skúla allar dagar uttan fríggjadag. Skúlin loyvir tí, so leingi hon lesur og ger tað, sum hon skal.

Greta gekk í fjórða flokki, tá ið hon byrjaði at fáa áhuga fyri umhvørvinum. Í skúlanum hoyrdi hon um veðurlagsbroytingar, og tey sóu filmar um plastdálkingina í havinum og svangar hvítabjarnir. Hon fór at læra seg meira um hesar broytingar, og hetta rørdi hana og gjørdi hana kedda.

- Eg var 11 ár og deprimerað. Eg var ógvuliga kedd, meðan eg gekk í miðdeildini. Eg hevði ikki rættiliga nakrar vinir. Eg var smæðin og tosaði ikki við nakran uttan so, at eg varð noydd.

At enda var hon so illa hýrd, at hon ikki fekk gingið í skúla. Hon var heima, og her byrjaði hon at tosa við foreldur síni um veðurlagið.

- Í fyrstani tóku tey meg ikki so alvorligt. Tey klappaðu bara á høvdið á mær og søgdu: - Tað man

Men Greta helt júst tað øvuta: Tá ið tey vaksnu ikki lurtaðu, bleiv alt bara verri. So hon gav seg ikki. Hon vísti teimum tabellir og fakta. Hon júkaði og plágaði. Og at enda skiltu foreldrini, og Greta fekk tað betri.

Øll familjan broytti sínar vanar. Tey góvust at flúgva, og mamma hennara, sum er operasangari, fór at arbeiða í Stokkhólmi í staðin fyri úti í heimi. Tey góvust eisini at keypa óneyðuga nógv og blivu veganarar.

Tá ið Greta og pápi hennara ferðast, pakkar hann eina kókiplátu, grýtu og ein lítlan dunk við uppvaskisápu, tí tað kann vera torført at finna góðan mat, og tá er gott at kunnu kóka pasta á hotellkamarinum.

Í tokinum skrivar Greta røður sínar, sum hon onkuntíð heldur fyri fleiri túsund fólkum. Hon letur altíð onkran granskara kanna eftir, um øll fakta eru røtt.

Hon er ikki nervøs fyri at snakka framman fyri nógvum fólkum. Hon heldur, at tað hevur nakað at gera við, at hon er hevur Aspergers syndrom.

- Eg fekk tað staðfest, tá ið eg var 12 ár. Tað var gott at fáa at vita, hvussu eg fungeri. At einki var galið, eg eri bara annarleiðis. Og so slapp eg í ein skúla, har eg fái eyka stuðul.

Hon heldur ikki, at hon hevði byrjað verkfallið, um hon ikki hevði Aspergers:

- At vera øðrvísi er gott. Um eg ikki hevði verið tað, so hevði eg gjørt sum øll onnur.

Hvat skalt tú siga við vaksin, sum ikki trúgva upp á veðurlagskreppuna?

- At hetta er størsta kreppan yvirhøvur hjá mannaættini, sigur Greta. - Vaksin, sum ikki trúgva hesum, vita ikki, hvussu ring støðan er. Tað er so irriterandi, tá ið tey bara royna at ugga okkum børn, tí tað ger okkum meira órólig.


Hvat kanst tú gera fyri veðurlagið?

  1. Súkkla heldur enn at koyra – Bilar dálka, so súkkla ella gakk í skúla

  2. Et minni av oksa- og svínakjøti – Kýr og grísar prumpa illa, og prumpar eru fyltir við gassi, sum dálka

  3. Skil ruskið – Um tú skilir papp, metal og glas frá ruskinum, so kann tað endurnýtast. Tað er gott fyri umhvørvið!

  4. Ynsk tær brúkt ting heldur enn nýggj – Tá ið verksmiðjur framleiða nýggj klæðir, skógvar og leika, brúka tær nógva orku. So um tú ynskir tær brúktar lutir, hjálpir tú umhvørvinum!

  5. Flúgv minni – flogfør brúka nógv brennievni, og tí eru langar flogferðir ringar fyri veðurlagið


Keldur: KP, Ultranyt og portal.fo

Greinin er úr STROK 4 | 2019

TEKSTUR: Beinta Johannessen

MYNDIR: Savnsmyndir

Beinta Johannessen