Strok

Forsíðupostar

G! Swangah

37068834_1960763160613182_2075433535795101696_n.jpg

Aftur í ár hevur FØROYA BESTI rapbólkur, Swangah, verið á palli á G!.

Eftir konsertina hjá Rag’n’Bone Man niðri á sandinum, var tað trupult at sleppa av sandinum aftur, tí øll fóru stormandi niðan til Swangah á spæliplássinum. Fleiri vóru longu farin rennandi niðan áðrenn Rag’n’Bone var liðugur.

Tað sást væl á øllum millumfingrunum, ið vóru á lofti, at fólk vóru í sera góðum lag.

Hendan konsertin var líka feit, um ikki feitari enn aðrar, við Steen Róa og Ragnari við mokrofonina og Eyðuni Müller aftan fyri trummurnar.

Eisini fingu teir eina góða hjálpandi hond bæði frá Danny Baldursson og Bjarturi Nielsen.

Eitt, sum eg legði til merkis var, at har vóru fólk í øllum aldri og lurtaðu.

Fleiri nýggir, ungir Swangah-fjepparar og eisini fleiri “eldri” konur hoppaðu við millumfingrinum uppi fremst framman fyri pallin.

Hetta var eisini fyrsta Swangahkonsertin, har børnini hjá Steen og Ragnari vóru til.

Teir endaðu sjálvandi við einum eykanummari, og fólk sum vant til eina Swangahkonsert skrálaðu við.

Tekstur og myndir: Teitur í Stórustovu