Strok

Forsíðupostar

G! Rag’n’Bone Man

37100759_1960762923946539_5404795302077005824_n.jpg

Nú hevur heimkendi sangarin Rag’n’Bone Man verði á G! Hann fór á pallin beint eftir dystin millum Ongland og Kroatia, so Syðrugøta var longu proppfull við fólki.

Tá ið hann byrjaði hoyrdust bara skrál. Hann segði millum annað, at vit vóru 'the craziest people I’ve ever seen, but in a good way'.

Tá ið eg fór til konsertina, hevði eg bara hoyrt teir kendastu sangirnur hjá RNBM, og eg helt ikki tað stóra um hann. Men tá ið eg hoyrdi hann live, varð eg púra bergtikin av røddini hjá honum. Tú kanst nú kalla meg ein RNBM-fjeppara.

FAKTA:

RNBM er ein 33 ára gamal soul-, blues- og poppsangskrivari og sangari úr Onglandi.

Í veruleikanum eitur hann Rory Charles Graham. Navnið Rag’n’Bone hevur hann frá einari sjónvarpsrøð frá 1970’inum, ið eitur Steptoe and Son.

Hann bleyv kendur við hittinum ‘Human’, ið hevur 546 milliónir vísingar á YouTube og 314 spælingar á Spotify. ‘Human’ kom út í juli í 2016.

Í februar í 2017 gav hann albumið 'Human' út og bara teir báðir sangirnir ‘Human’ og ‘Skin’ hava givið honum 109 milliónir vísingar á YouTube og 144 milliónir spælingar á Spotify.

Tekstur og mynd: Teitur í Stórustovu