Strok

Forsíðupostar

Escapist 2 

escapists2-featured-1260x709.jpg
1.png
 

Í Escapist ert tú í fongsli og skalt royna at bróta út. Tað eru nógvir møguleikar at rýma, men tað mest umráðandi er at velja ta røttu løtuna. Fert tú at grava samstundis sum tú skalt møta til arbeiðis, fær løgreglan tað at vita. Tí er best at bróta út um náttina, tí tá skalt tú ikki møta nakrastaðni. Um náttina er heldur eingin vakt uttanfyri, so tá er eingin vandi fyri at verða skotin.  

Tá ið tú hevur klárað at brotið út úr fyrsta fongslinum, kemur tú í tað næsta, og torleikastigið hækkar fyri hvørt fongsul. Mær dámar væl, at hóast tú hevur ‘klárað’ eitt fongsul, so sleppur tú altíð at royna at bróta út úr sama fongslinum umaftur og royna at bróta út upp á ein annan máta.   

Men best er, tá ið vinmenn koma at spæla. Eg havi ofta biðið ein vinmann koma heim til mín at spæla. Tá verður tað nógv stuttligar, og tit kunnu spæla spælið ógvuliga leingi.  

Spælið hóskar til øll, eisini til mín og mínar vinmenn. Her er einki ógvisligt í spælinum, t.d. blóð og annað. Men ert tú ungur og óroyndur, kann tað vera eitt sindur ringt at vita, hvussu tú spælir spælið. Tú skalt gera nakað ávíst, sum eru nokkso ringt at vita av sær sjálvum – sjálvur dugdi eg næstan einki. So eg mátti at fara á netið at finna mær vitan. Hetta kann vera eitt sindur torført hjá teimum heilt ungu, men tíbetur er ein tutorial við, sum lærir teg at spæla spælið, og vísir millum annað á nakrar møguleikar at bróta út.  

Eftir at hava spælt Escapist 2 nú eina tíð, havi eg haft nógvar stuttligar løtur, og væntandi koma uppaftur fleiri. 

Dánial Suma Poulsen, 15 ár, ummælir