Strok

Forsíðupostar

Ert tú tann nýggi Picasso?

picasso.gif

Leygardagin 10. mars skipar SMS fyri eini málikapping fyri børn 12 ár og eldri.  Ert tú ein av teimum 15, sum fara at mála á Torginum í SMS? Høvuðsvinningurin er eitt gávukort á 2.000 krónur, og nummar 1, 2 og 3 fáa eitt atgongumerki il Voxbotn.

Fyri at vera við í kappingini skalt tú melda til við at senda eini privat boð til "SMS á netinum" á Facebook og viðheft eina mynd av onkrum, sum tú hevur málað fyrr.

Og her eru treytirnar fyri kappingina:
- 15 luttakarar vera valdir út og fáa boð í seinasta lagið fríggjadagin 9. mars
- Luttakarnir skulu møta upp á Torginum í SMS leygardagin kl. 10
- Øll útgerð verður latin í SMS – lørit, penslar, máling og annað
- Luttakarnir fáa eitt ávíst evni og hava síðan 4 tímar at mála ein málning
- Ein listavegleiðari verður á staðnum
- Vinnararnir verða kunngjørdir leygardagin 17. mars kl. 14

Góða eydnu :)