Strok

Forsíðupostar

Eitt ár á eftirskúla í Danmark: Q&A

Lilja Súnadóttir Kristiansen

Lilja Súnadóttir Kristiansen

Navn: Lilja Súnadóttir Kristiansen
Aldur: 16 ár
Eftirskúli: Grejsdalens Efterskole, 2016/17. Tað er ein kristin eftirskúli, ið serliga gongur upp í kreativitet, tónleik og miðlar

Hví fórt tú á eftirskúla?
- Systir mín hevði gingið á eftirskúla og henni dámdi tað sera væl. Eg vildi eisini at gera okkurt øðrvísi, áðrenn eg skuldi byrja á miðnámsskúla.

Hvat dámdi tær serliga væl við at ganga á eftirskúla?
- Felagsskapin, tað at búgva saman við vinfólkum mínum, ótrúliga góðir lærarir – alt var gott.

Kundi tað vera hart at vera burtur heimanífrá?
- Ja, tað var tað, men tað var altíð nokk at gera og at stuttleika sær við, og tað fekk meg at gloyma, at mann longdist.

Vilt tú viðmæla øðrum at fara á eftirskúla?
- Heilt vist. At fara á eftirskúla er besta valið, eg havi gjørt í lívinum.

Hvussu nógvar stjørnur gevur tú tínum ári á eftirskúla?
- SSSSSS (7 um tað bar til)


Tormóður Petursson Djurhuus

Tormóður Petursson Djurhuus

Navn: Tormóður Petursson Djurhuus
Aldur: 16 ár
Eftirskúli og árgangur: Aabybro Efterskole, 2016/17. Eftirskúli gongur serliga upp í ítrótt, serliga fótbólt.

Hví fórt tú á eftirskúla?
- Fyri at royna okkurt nýtt, og eg hevði bara hoyrt gott um tað frá øðrum, ið høvdu verið har.

Hvat dámdi tær serliga væl við at ganga á eftirskúla?
- Tað ótrúliga góða samanhaldið, og at mann lærdi nógv nýggj fólk at kenna.

Kundi tað vera hart at vera burtur heimanífrá?
- Ja, tað var hart til tíðir, serliga eftir at vera komin heim úr feriu úr Føroyum. Men tað fylti ikki so nógv, tí ein var alla tíðina upptikin.

Vilt tú viðmæla øðrum at fara á eftirskúla?
- 100 prosent, serliga um tú ikki veitst, hvat tú skalt eftir 9. flokk. Eg hevði eitt heilt ótrúliga gott ár, og eg haldi, at øll sum hava verið, siga seg hava havt.

Hvussu nógvar stjørnur gevur tú tínum ári á eftirskúla?
- SSSSSS


Rannvá Bogadóttir Jacobsen

Rannvá Bogadóttir Jacobsen

Navn: Rannvá Bogadóttir Jacobsen
Aldur: 17 ár
Eftirskúli og árgangur: Oure Efterskole, 2016/17. Skúlin leggur serliga dent á ymiskar ítróttagreinar, m.a. hondbólt, fótbólt, dans og ymsan adventure-ítrótt.

Hví fórt tú á eftirskúla?
- Tí eg var rættiliga skúlatroytt eftir 9. flokk og vildi at taka eitt øðrvísi ár.

Hvat dámdi tær serliga væl við at ganga á eftirskúla?
- At møta nýggjum fólki úr einum øðrum landi og at síggja munin á danskari og føroyskari mentan. Mær dámdi eisini sera væl, at eg slapp at royna at búgva heimanífrá. T.d. at gera reint, at vaska klæðir og at keypa inn.

Kundi tað vera hart at vera burtur heimanífrá?
- Ja, serliga í fyrstani. Eg fekk eitt kultursjokk av fyrstan tíð og helt ikki, at eg fór at megna tað. Men heimlongsulin hvarv skjótt við tað, at eg vandi meg við ein nýggjan gerandisdag, og eg fall til.

Vilt tú viðmæla øðrum at fara á eftirskúla?
- Ja, heilt avgjørt! Tað hevur verið besta árið í mínum lívið.

Hvussu nógvar stjørnur gevur tú tínum ári á eftirskúla?
- Heilt víst SSSSSS


Ragnar Marr Erlandsson

Ragnar Marr Erlandsson

Navn: Ragnar Marr ErlandssonAldur: 17 ár
Eftirskúli og árgangur: Vostrup Efterskole, 2016/17. Hetta er ein tónleika- og sjónleikeftirskúli

Hví fórt tú á eftirskúla?
- Tí at mær dámar sera væl sjónleik og kundi hugsa mær ein gerandisdag, ið fevndi um tað. Eg vildi eisini fegin royna at búgva uttanlands og koma eitt sindur burtur frá klettunum eina tíð. Og omaná alt tykist Danmark als ikki so fjart.

Hvat dámdi tær serliga væl við at ganga á eftirskúla?
- Mær dámdi ótrúliga væl mátan sum vikan og skúlagongdin vóru bygd upp. Tað heilt serliga var tíðin saman við vinunum. Tað er ein deilig kensla at vera ein partur av tí serstakliga hugnaliga eftirskúlafelagsskapinum, sum ikki slepst undan, tá ið so nógv ung savnast innanfyri karmarnar á eftirskúlanum.

Kundi tað vera hart at vera burtur heimanífrá?
- Mær longdist næstan ongantíð heim, tí tað hendi so nógv annað, sum fylti, og sum fekk meg at gloyma, at eg var langt heimanífrá. Eg havi lært at standa á egnum beinum og lært meg sjálvan betur at kenna. Og í dag havi eg ein stóran útlongsul.

Vilt tú viðmæla øðrum at fara á eftirskúla?
- Ja, um áhugin er fyri tí. Sagt verður, at eitt eftirskúlaár er tað sama sum sjey menniskjaár – og tí kann eg bara taka undir við. Ein lærir sera nógv um seg sjálvan og onnur menniskju og verður meiri sjálvbjargin, t.d. at ferðast í toki um alt Danmark.

Hvussu nógvar stjørnur vilt tú geva tínum ári á eftirskúla?
- SSSSSS. Eg eri als ikki sami persónur nú, sum tá ið eg fór.

Beinta Johannessen